Fiska leyvuna í Atlantshavinum

Leygardagin byrjar hemarakappingin aftur - stríðið um at fiska størsta hemaran, sum teir kalla leyvuna í Atlantshavinum. Fiskað verður fram til 1. mars Nú verður aftur tíð at fara á flot við tí stóru tráðuni. Rammurnar eru nøkulunda tær somu sum í fjør, so kappingin byrjar 1. november 2008, og síðsti fiskidagur er 1. mars 2009. Eins og undanfarnu ár, er Magni Blástein fyriskipari. Í ár er tað Jógvan Weihe og Bátatænastan sum lata virðislønir. Um kappingina í fjør kann sigast at hon eydnaðist væl. Vinnarin gjørdist Heini Weihe við einum hemara á 196 kg, og næstur honum var Jóannes Gaard við einum hemara á 160 kg. Tann triðtyngsta fekk Johan Simonsen, og vigaði hann 117 kg. Hemarin - Løvan í atlantshavinum - liggur ofta millum 200 og 400 pund og kann gerast yvir tríggjar metrar langur.