Fiskaaling er saman við 12 øðrum norðurlendskum granskingarstovnum partur av einum nýggjum Nordic Centre of Excellence, nevnt SUREAQUA, sum NordForsk hevur avgjørt at seta á stovn.
Vinnufeløg eru týðandi partur av samstarvinum, og føroysku vinnufyritøkurnar, sum luttaka í granskingarsamstarvinum, eru Luna, Bakkafrost, Marine Harvest og Sp/f Tari. Haraftrat er ein bólkur av øðrum luttakarunum, teirra millum Umhvørvisstovan.
Endamálið við nýggja Nordic Centre of Excellence er, at granskingarstovnar og vinnufyritøkur granska og føra út í verk verkætlanir innan burðardygga aling í breiðasta týdningi.
- Eitt nú skal kannast, hvussu aling av laksi kann effektiviserast í mun til útlát av lívrunnum tilfari og tøðsøltum, og hvussu útlátið kann geva íkast til nýggjar vinnuvegir, t.d. aling av skeljadjórum og tara. Partur av verkætlanini er at menna nýggja útgerð, sum skal roynast á alibrúkum í Føroyum.
Á Fiskaaling vita tey at siga, at tað er Granskingarstovnurin IRIS í Stavanger, sum hevur tikið stig til samstarvið og verður leiðari av nýggja sentrinum.
- Játtanin til samstarvið er 30 miljónir norskar krónur yvir fimm ár. Harumframt kemur eginfígging og aðrar atknýttar verkætlanir.
Lagt verður aftrat, at tað verður Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, sum kemur at samskipa virksemið í Føroyum.