Lúsateljing er kjarnutænasta hjá Fiskaaling við Áir, og hetta er somuleiðis ein liður í stríðnum móti lús.
- Lús er stór avbjóðing í vinnuni í dag, og vitan um gongdina er ein fyritreyt fyri átakinum at temja hesa náttúruavbjóðing.
Fiskaaling vísir á, at javnan verður eftirkannað og tryggjað, at teljarar telja rætt og á sama hátt.
- Ein slík kanning var herfyri, og tá var djóralæknin hjá okkum, Andras Strøm, við, sigur stovnurin.
Fiskaaling hevur annars sett tvey fólk í starv til arbeiði við lúsateljing. 41 umsóknir vóru til størvini, og nógv væl skikkað fólk vístu størvunum áhuga.
- Avgjørt varð at seta Kirstin Eliasen sum teljisamskipara og Edvard Joensen sum teljara, sigur stovnurin.