Fiskaaling í serfrøðingarbólki innan ICES

Knud Simonsen, granskari á Fiskaaling, er limur í serfrøðingabólki hjá ICES.

Ein serfrøðingabólkur hjá ICES, sum Knud Simonsen, granskari á Fiskaaling er limur í, hevði um mánaðarskifti mars-apríl í ár fund í Vigo í Spania.

Fyri stuttum hevði ein sonevndur serfrøðingabólkur innan aling í ICES-skipanini verkstovu í býnum Vigo í Spania.

 

Uppgávan hjá bólkinum er at ráðgeva um burðardygga aling av bæði fiski og skeljadjórum og at vísa á økir, har vitan vantar. Fiskaaling er umboðað í bólkinum, og umboðini eru úr flestu av limalondunum í ICES.

Ráðini frá bólkinum verða partvíst endurspeglað í framtíðar granskingarætlanum hjá fleiri av ICES-londunum.

 

- Fyrsti fundurin í bólkinum var í Fraklandi í mai í fjør og sóust fleiri orðingar frá hesum fundi longu aftur í fyrsta partinum av útbjóðingini av granskingarætlanini Horizon2020 hjá EU nú í februar.

 

Tað sigur Knud Simonsen hjá Fiskaaling við heimasíðuna hjá stovninum.

 

Bólkurin skal verða liðugur við endaligu frágreiðingina út á várið komandi ár.

Umboð frá Fiskaaling vitjaði herfyri í Galicia-landslutinum, sum er fremsta fiskivinnu-og aliøki hjá spaniólum. Um okkara leiðir eru stóru fiskivinnubýirnir Vigo og La Coruna helst best kendir.

 

Vitjað varð á víkini Ria de Aruso, sum er ein av stóru kræklingaalifirðunum og á tveimum systurstovnum hjá Fiskaaling.