Fiskafrikadellur til morgunmat

Tað er ikki altíð, at døgnrútmurnar eru so støðugar á einum festivali. Tað kunnu Ivalu og Jákup Andrias ið hvussu so er skrivað undir uppá

Ivalu í Ólavstovu og Jákup Andrias Kristiansen, bæði búsitandi í Keypmannahavn, komu á G! í gjár.

 

- Vit búgva í einum kampingvogni saman við trimum øðrum á kampingøkinum yviri í Norðragøtu. Tað er eitt ordiliga fínt alternativ, tí millum annað hava vit brúsu og reint wc, sigur Ivalu.

 

- Vanliga hava vit búð á tjaldingarøkinum, men satt at siga vurderi okkum ov gomul til tað, sigur Jákup Andrias.

 

Sambært Jákupi Andrias orka tey ikki longur á festival í tríggjar dagar. Tí hava tey skorið fyrsta dagin burtur.

 

- Fyrsti bólkurin, vit lurtaðu eftir, var Sakaris. Haraftrat lurtaðu vit eftir Swangah, sum vóru so mikið góðir, at teir burdu spælt á sandinum, sigur Ivalu.

 

Tað týdningarmesta at hava við á festival er góðan føroyskan mat.

 

- Vit hava tikið eina rúgvu av føroyskum mati við. Í dag vaknaðu vit ikki fyrr enn kl. 14, og døgurðin gjørdist tískil okkara morgunmatur. Á menu'ini var fiskafrikkadellur. Tað er ikki hvønn dag, at vit eta fisk til morgunmat, men hann smakkaði væl, sigur Jákup Andrias við einum smíli.