Fiskaolja: Hesum skalt tú leita eftir

Tað eru nógv sløg av fiskaolju til og prísurin svingar øgiligt frá vøru til vøru. Men tað er ikki altíð prísurin, sum avgerð.

Danska forbrúkararáðið hevur tosað við lektara á deildini fyri ítrótt og føðslu á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, Lotte Lauritzen, og samstundis gjørt eina vegleiðing til, hvat brúkarar skulu hyggja eftir, tá ið umræður fiskaolju.

 

 

Vit vita øll, at fiskur og fiskaolja er gott fyri okkum. Men júst hvørji evni eru tey mest umráðandi?

 

 

Heilsuágóðin av fiskaolju kemur frá feittevnunum EPA pg DHA og tekur tú viðmældu dagligu nøgdina av fiskaolju, so er tað sera stórur munur á, hvussu stórar nøgdir av sunnu feittevnunum, sum eru í ymisku sløgunum.

 

 

Minimum er 250 mg av EPA og DHA um dagin, men fleiri fiskaolja vørur hava nógv størri nøgdir enn hetta.

 

 

Danski lektarin sigur við taenk.dk, at tað altíð er best at fara eftir vøruni, sum inniheldur størstu nøgdina av EPA og DHA.

 

 

Blóðtrýstið verður betur av fiskaolju og fyri at fáa størst møguligu ávirkan á hetta, heldur Lotte Lauritzen, at nøgdirnar av EPA og DHA skulu upp á 500-700 mg dagliga. Tekur tú fiskaolju fyri at betra um trupulleikar orsaka av liðagikt ella av blóðtinnandi áðum, so skalt tú heilt upp á 2500 mg um dagin.

 

 

Sostatt er skilagott at hyggja eftir EPA og DHA nøgdum á pakkanum, áðrenn tú velur hvør fiskaolja hóskar seg best til tín.