Gjøgnum mong ár hevur Leirvík verið at rokna sum ein matkovi, og tað er bygdin ikki minni í dag. Her eru virki, sum framleiða til føroyska marknaðin, og her eru virki, sum metta mangar evropearar við gulllaksafarsi frá Tavuni og afrikanarar við turkaðum høvdum frá Høvdavirkinum.
Á føroyska marknaðinum eru kendastu fyritøkurnar í Leirvík, Norðfra við sínum raspaðu fløkum, fiskafrikadellum og knettum umframt mongum øðrum fiskavørum - og so PrimaFisk við sínum fiskapylsum, fiskabúffum, fiskasuppu, knettum, frikadellum og fiskaflaki.
Tað er eitt felag hjá Jan E. Petersen, Sp/f Taste The Faroe Islands, ið eigur og rekur PrimaFisk í Leirvík og sum nú eisini eigur Knettavirkið, har alt virksemið hjá fyritøkuni nú er.
PrimaFisk byrjaði sítt virksemi í leigaðum hølum í Tavuni í 2004 og hevur soleiðis 16 ár á baki í ár. Knetthúsið hevur 50 ár á baki, og í hesum ári - 2020 - verða 110 ár liðin, síðan Karl Hansen byrjaði sítt virksemi á Toftanesi í Leirvík.
Hetta er long siðvenja við meirvirking av fiskatilfeingi í Leirvík.
Jan E. Petersen sigur, at hóast korona-farsóttin eisini setti Føroyar niður í ferð, hevur verið arbeitt á virkinum hvønn dag, og hann er sera væl nøgdur við ta undirtøku, sum framleiðslan á virkinum hevur fingið.
- Nú PrimaFisk og Knettavirkið eru eitt og sama virki, hava vit eisini eitt størri vøruútboð - við bæði kølivørum og frystum vørum. Aftrat ymisku fiskapylsunum, sum eg havi framleitt hesi árini, síðan PrimaFisk byrjaði, fevnir útboðið nú eisini um raspað fiskaflak, fiskafrikadellur, smáfrikadellur, knettir og fiskaburgarar, sigur hann.
Endamálið hjá PrimaFisk var frá byrjan at gagnnýta, virðisøkja og meirvirka gulllaks til eina gerandisvøru. - Við støði í heilsugóðari vøru varð farið undir at framleiða fiskapylsur til døgurðamat eins væl og til viðskera, sigur Jan E. Petersen.
Hann vísir á, at eftir at Knetthúsið nú eisini er keypt og umbygt, er alt virksemið og útgerðin hjá PrimaFisk, sum hevur verið í Tavuni síðan 2004, flutt í Knetthúsið. - Fremsta orsøkin til, at PrimaFisk fór at arbeiða við pylsum, var, at fyritøkan ikki skuldi í beinleiðis kapping verandi framleiðslu í økinum.
Jan E. Petersen ásannar, at tíðin stendur ikki í stað, og nú er so samlaða vøruúrvalið hjá fyritøkuni munandi størri, enn tað var tey fyrstu 15 árini.
Fiskapylsurnar hjá PrimaFisk, sum verða virkaðar við ymiskum smakki, fáast kring alt landið og eru gerandiskostur millum føroyingar, bæði heima og uttanlands. Eigarin av virkseminum er væl nøgdur við ta undirtøku, sum nýggju vørurnar hjá virkinum eisini hava fingið.
##med2##