Fiskivinna
Tað kann vera kostnaðarmikið hjá stórum skipum at gera royndir, men tað kostar eisini at lata skipini liggja. Hóast oljan nú kostar munandi minni, enn hon gjørdi, tá hon var dýrast, er tað kostnaðarmikið hjá stórum skipum at sigla aftur og fram – um eingin veiða er.
Í altjóða sjógv
Sum skilst, hevur eitt nú Finnur Fríði gjørt einar tveir ella tríggjar túrar eftir laksasild í ár, og nú er Fagraberg so eisini farin á hesa veiði.
Munur er, at meðan Finnur Fríði hevur roynt í føroyskum sjógvi, vildu føroysku fiskiveiðimyndugleikarnir helst, at Fagraberg fór í altjóða sjógv.
Anfinnur Olsen, reiðari á Fagrabergi, sigur, at skipið er farið á leiðirnar, sum liggja suður úr 200 fjórðinga fiskimarkinum hjá Íslandi.
Ilt er at meta um útlit fyri veiði eftir laksasild í altjóða sjógvi, og reiðarin sigur seg ikki vita ítøkiliga, hvussu nógv fiskurin verður keyptur fyri.
- Men nú fara vit so at gera hesa royndina, meðan bíðað verður eftir, at greiða fæst á komandi svartkjaftabýtinum, leggur Anfinnur Olsen aftrat.
Alt í einum
Tað eru reiðarar sum halda, at landsins myndugleikar bara skuldu havt býtt alla svartkjaftakvotuna út í senn, so hesin fiskurin kundi verið fiskaður, meðan hann er bestur.
Men hetta hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, valt ikki at gera.
Samlaða svartkjaftakvotan í ár er stívliga 40.000 tons, men nakað liggur eftir, sum ikki varð fiskað í 2008.
Mett verður tí, at fiskast kunnu tilsamans 67.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í ár.