Fiskar á turrum landi í Fuglafirði

Hátíðarlig frumframførsla av sjónleikinum, Fiskar á turrum landi, var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði seinasta leygarkvøld

Sjónleikur

Fuglafjørður: Leygarkvøldið var frumframførsla í Mentanarhúsinum í Fuglafirði av sjónleikinum, Fiskar á turrum landi, sum fýra fólk úr Fuglafjarða Sjónleikarfelag framføra.
Hetta var ein søgulig hending, tí hetta er fyrstu ferð í eini 20 ár, at Fuglafjarða Sjónleikarfelag sýnir fram sjónleik.
Leikurin, sum er íslendskur, er skrivaður av Árna Ibsen, og hann fer fram úti á landinum í Íslandi.
Fiskar á turrum landi er bæði stuttligur og álvarsamur. Hann snýr seg um eina eldri kvinnu, sum tekur ímóti fólki til gistingar, ið koma fram við. Hon hevur ein fosturson, sum ongastaðni hevur verið og er rættiliga heimføðisligur.
Eitt ungt par kemur úr stórbýnum og gistir hjá kvinnuni. Ungi maðurin er ein sonevndur "skjalamappudrongur" við stórum framtíðarætlanum, men hann er eisini harðligur við unnustu sína, sum gongur við bláum eyga.
Tey fýra, sum framføra leikin, eru Áslakkur úr Gøtu, ið er ungi maðurin úr stórbýnum, unnusta hansara, Hanna úr Fuglafirði, kvinnan úti á landinum, Marita úr Fuglafirði og fostursonur hennara, Kenneth, sum eisini er úr Fuglafirði.

Frumframførsla

Fuglafjarða Sjónleikarfelag hevði bjóðað 120 fólkum við til frumframførsluna leygarkvøldið. Hesi vóru umboð fyri kommununa, avvarðandi av teimum, sum framførdu, umboð fyri sjónleikarfeløg og meginfelagið, MáF.
Fólkið møtti kl. 19 til okkurt leskandi, og kl. 20 var so sjálv frumframførslan.
Eftir leikin var samkoma, har gestirnir fingu grýturætt. Hetta var ein hátíðarlig løta við røðum og øllum góðynskjum um virksemið hjá Sjónleikarfelagnum og tí stásiliga húsi, sum felagið eigur og rekur. Blómur vórðu eisini handaðar.
Teir, sum hildu røðu, vóru eitt nú Eyðun Johannesen, Hilmar Joensen, Jóan Heri Joensen vegna Fuglafjarða kommunu og Magni Poulsen, leikstjóri.
Í gjárkvøldið var aftur ein sýning kl. 20, og í kvøld verður so leikurin, Fiskar á turrum landi, sýndur fyri seinastu ferð.
Sagt verður úr Fuglafirði, at hetta er ein virkuliga góður leikur, sum er verdur at síggja ? og hann er sum nevnt bæði til gamans og álvara.