Mánadagin verður stóra fiskavørustevnan European Seafood Exposition 1999 sett. Talan er um eina av heimsins størstu fiskavørustevnum við umleið 800 framsýnarum úr 40 londum. Við á stevnuni eru fleiri føroyskir fiskaseljarar, og hava hesir skipað seg saman í ein bólk við heitinum Faroe Export Group.
Fleiri møguleikar saman
Tað er Menningarstovan, ið stendur fyri samskipanini fyri allar føroysku fiskaseljararnar, og heldur Menningarstovan tað vera munandi betur, at fiskaseljarararnir standa saman um at marknaðarføra føroyskar fiskavørur á einari slíkari stevnu, enn um allar tær mongu smærru og størru fyritøkurnar arbeiddu í sjálvdrátti. Sostatt hava føroyingar ein stóran bás á fiskavørustevnuni, har Fiskasølan nýtir helmingin av básinum og hinar fyritøkurnar hava hin helmingin í felag.
Tær mongu mongu føroysku fyritøkurnar, ið eru við á European Seafood Exposition 1999, eru Bakkafrost á Glyvrum, Farex í Havn, Kósin Seafood í Klaksvík, Landshandilin, Vestsalmon, United Seafood, PRG Export, Klaksvík Fish Company og Faroe Ship.
Marni Simonsen frá Menningarstovuni er við í Bruxelles, sum umboð fyri Menningarstovuna. Tá vit høvdu hann í telefonini í gjár, vóru tey í ferð við at gera føroyska básin kláran til at stevnan skuldi opna í dag. Marni Simonsen segði seg vera sera spentan, um hvussu tað fer at eydnast fyri fyrstu ferð hjá fiskaútflytarunum at stada saman um at marknaðarføra føroyskar fiskavørur úti í heimi. Tó væntar hann, at tað fer at eydnast væl. Hann heldur tað nevniliga vera ein fyrimun, at útflytararnir hesuferð eru saman um at marknaðarføra føroyska fiskin.
Stórur áhugi
Føroyingar hava fyrr verið umboðaðir á European Seafood Exposition, hóast fyritøkurnar ikki hava verið umboðara undir einum áður. Og áhugin fyri føroysku básunum hevur verið stórur. Marni Simonsen sigur, at seinast stevnan varð hildin, var áhugin so mikið stórur, at Fiskasølan hevði einar 13 fundir við ymiskar áhugaðar fiskakeyparar í senn.
Marni Simonsen sigur, at áhugin fyri stevnuni er í støðugum vøkstri, og talið av luttakarum hækkar á hvørjum ári. Hann vísir á , at tað er munandi bíligari at fara á eina slíka stevnu, enn at leita sær á eina slíka stevnu at fáa sambond í lag, enn at koyra runt Europa at halda fundir við ymiskar fiskakeyparar.