Fiskastykkið á Løðhamri komið undan kavi aftur

- Tað er veðurgott á Løðhamri, og góðir møguleikar eru at veksa um hetta fríøkið, sigur borgarstjórin.

 

Jóansøka verður hildin í Vági hetta vikuskiftið og borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, gleðir seg, sum øll onnur í Vági. 

 

Í Vág hevur leingi verið arbeitt við at gera ymiskar fríðkingar í býnum, og eitt nú er økið kring minnisvarðan dagført og er vorðið ein perla í býnum.

 

Verulig gongd er eisini komin á varðveitsluna av gamla fiskastykkinum á Løðhamri, sum hevur ligið undir í mosa í mong ár. 

 

- Fiskastykkið er komið undan kavi aftur, eftir at øll steinsetingin hevur ligið fjald undir vøkstri.

 

Bjarni Johansen vísir á, at nakað av gróti er tikið upp og er lagt aftur fyri at javna steinsetingina eitt sindur, eins og onkrir kantar eru snøggaðir.   

 

Benkur eisini eru settir upp á stykkinum, soleiðis at fólk kunnu seta seg niður at hvíla beinini eina løtu.   

 

- Tað er veðurgott á Løðhamri, og góðir møguleikar eru at veksa um hetta fríøkið eftir grasfløtuni vestur eftir undir læknamiðstøðini.  

 

Borgarstjórin vísir á, at leingi hevur verið tosað um gamla fiskastykkið, og her eru eisini tekningar gjørdar. 

 

- Nú hava vit so arbeitt okkum spakuliga frameftir við hesi verkætlan, soleiðis at fiskastykkið nú kann brúkast sum fríøki, og vit síggja stórar møguleikar í hesum umhvørvi, sigur Bjarni Johansen.

 

Eitt annað arbeiði, sum borgarstjórin eisini kann fegnast um, er, at spæliplássið í miðbýnum nú verður gjørt av nýggjum.

- Eitt spælipláss dregur børn og familjur til sín, og tí vildu vit gjarna, at spæliplássið í miðbýnum verður dagført, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu.

 

##med2##