Ruth leggur fram fíggjarlógina mánamorgunin

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, leggur vegna landsstýrið fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2025, á tíðindafundi mánadagin 30. september klokkan 10.15.

Tíðindafundurin verður í Smæruni í Tórshavn.

 

Fíggjarlógaruppskotið skal leggjast fyri fyri tingið í seinasta lagið tríggjar mánaðir fyri nýggjár – og sum siður er verður tað altíð almannakunngjørt tann seinasta dagin, sum í ár er mánadagin 30. september.

 

Fíggjarmálaráðið upplýsir, at tíðindafundurin eisini verður stroymdur á heimasíðuni www.fmr.fo