Fiskatovnarnir søguliga illa fyri

Eini 10 ár á rað hava vit havt undir miðal tilgongd hvørt einasta ár, sigur Eilif Gaarrd, stjóri á Havstovuni.

Havstovan er nú komin við sínum árliga tilmæli um fiskiveiðuna, sum byggir á ICES-tilmælið, men allíkavæl er meira útgreinað og lagað til føroysk viðurskifti.

 

Altjóða havrannsóknarráðið ICES mælir til, at eingin beinleiðis fiskiskapur skal vera eftir hýsu undir Føroyum, og mælir somuleiðis til, at so lítið verður fiskað av toski sum gjørligt.

 

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, greiddi í tíðindunum á Rás 2 frá, hvussu Havstovan nýtir tilmælini frá ICES og sínar egnu stovnsmetingar at gera síni egnu tilmæli til landsins myndugleikar.

 

Hann greiðir í samrøðuni frá, at fiskastovnarnir undir Føroyum eru søguliga illa fyri og ikki síðani byrjanina av 1900-talinum, hevur ein sæð eitt so langt tíðarskeið við svíkjandi tilgongd sum nú.

- Eini 10 ár á rað hava vit havt undir miðal tilgongd hvørt einasta ár, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Eilif Gaard, stjóra á Havstovuni.