Fiskavirkið í Skopun 40 ár á baki

Sunnudagin 17. februar verða 40 ár liðin, síðan fiskavirkið í Skopun læt upp av fyrstan tíð. Mánadagin verður dagurin hildin á virkinum, har fólk eru vælkomin inn á gólvið Fyrsti arbeiðsdagur á fiskavirkinum í Skopun var leygardagurin 17. februar 1968, og nú 40 ár eru liðin, verður dagurin hildin á virkinum mánadagin komandi.

Fríðhild Winther, sum var 10 ára gomul, tá ið virkið læt upp, sigur, at hetta var ein stórur dagur í Skopun, sum øll sóu fram til.

- Eg minnist væl hendan dagin. Vit børn savnaðust uttanfyri at forvitnast. Menn komu av Eiði at leggja fólkinum lag á, hvussu skerast skuldi.

Fríðhild Winther sigur, at nú dagurin verður hildin við lagkøku, kringlukøku, kaffi og te, verða eisini myndir sýndar, sum lýsa ein part av søguni hjá virkinum.

Í Sosialinum í dag er rúmlig frásøgn um, hvønn týdning virksemið á fiskavirkinum í Skopun hevur havt fyri bygdarsamfelagið og Sandoynna í síni heild.