Fiskavirki í Suðuroy knívin á barkan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger bart og noktar fleiri fiskavirkjum í Suðuroynni at arbeiða meiri fisk, fyrrenn tey hava fingið ymisk viðurskifti í rættlag.

Tey hava koyrt slógv á sjógv og tey sleppa nú ikki at keypa fisk aftur, fyrrenn tey hava fingið viðurskiftini í rættlag

?Tað er so tungt at arbeiða fisk í Suðuroynni, at mann skal vera meiri enn idiot fyri ikki at gevast.

So bersøgin er Petur Johannesen í Vági.

Tað, hann sipar til, er, at umstøðurnar at arbeiða fisk í Suðuroynni eru ógvuliga truplar - og tær versna alsamt.

Sjálvur er Petur Johannesen ein av oddamonnunum í lutfalsliga nýggja virkinum Palm Seafood í Vági.

Hann sigur, at teir, sum hava fiskavirki í Suðuroynni, hava so nógvar eyka útreiðslur at dragast við, sum virkini norðanfyri ikki hava.

M.a. er farmagjaldið til Suðuroynna so dýrt, at tey betala nógv meiri enn virkini norðanfyri bæði fyri salt, pakkitilfar og annað.

Alt hetta eru steinar omaná byrðu, tí í fiskivinnuni eru marginalarnir so smáir, at hvørt oyra telur

? Hvør einasta eykaútreiðsla er tískil ein álvarslig hóttan ímóti kappingarførinum, sigur Petur Johannesen.

? Men alt hetta ger, at virkini sunnanfyri mugu klára seg við munandi minni skiftisavkast enn virkini nor?-anfyri.

Og tað er álvarligt, tá ið hugsað verður um rentabilitet og evnini at endurnýggja vinnuna.

Petur Johannesen sigur, at virkini í Suðuroynni fingu við neyð og deyð politikararnar at seta flutningsstuðul í gildi, sum fyri ein part útjavnar eykakostnaðin av at keypa fisk á uppiboði og til at flyta tað lidnu vøruna av aftur landinum.


Ein byrða afturat

Men mikudagin fingu virkini í Suðuroynni so eina byrðu afturat at bera.

Og hon kom frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum nú krevur, at eisini virkini í Suðuroynni skulu halda lógina.

Og ein av hesum lógum setir forboð fyri at koyra slógv á sjógv.

Fyrr fingu virkini nøkur oyru fyri slógvið.

Men so fór prísurin í botn.

Og nú kostar tað virkjunum eyka pengar at sleppa av við slógvið.

? Tað kostar okkum 41 oyru fyri kilo í farmagjaldi at flyta slógvið til Havsbrún, sum eru teir einastu, sum taka ímóti tí.

? Men afturfyri fáa virkini so 13-17 oyru frá Havsbrún fyri kilo av slógvi.

? Men eftir eru so enn 24-27 oyru fyri kilo, sum virkini í Suðuroynni hava í eykaútreiðslu av at sleppa av við slógvið.

Hetta hava virkini ikki sett seg før fyri, so tey hava koyrt slógvið í havið.

Men nú gekk hetta ikki longur. Tí mikudagin komu boð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um at hetta skuldi steðga beinanvegin.

Virkini fingu boð um, at tey sluppu ikki at keypa fisk aftur, fyrrenn tey høvdu fingið eina loysn á slógvtrupulleikanum.

Og einasti møguleikin er at senda tað til Havsbrún.

Einasta orsøk til, at hetta ikki bleiv tann heilt stóra vanlukkan hjá virkjunum er, at tey hava arbeitt við málinum í longri tíð.

Og tað er komið so langt, at fyrsta dagin verður ein kvørn tikin í nýtslu, sum kann mala slógvið, so tað kann sendast til Fuglafjarðar.

Men umframt at kosta virkjunum 24-27 oyru eyka fyri kilo, kostar kvørnin 200.000 krónur at keypa, umframt fitt av pengum í rakstri, so alt í alt er talan um eina munandi eykaútreiðslu.

Petur Johannesen sigur, at allar eyka útreiðslurnar eru so álvarsligar fyri kappingarførið, at teir fara at taka málið upp við politikararnar. M.a. fara teir at vísa á, at aðrastaðni, har umhvørvislógir eru í gildi, er tað ikki kappingaravlagandi at halda tæ. Tvs, at er tað nakað sum skal burturbeinast, betalir tann, sum er langt frá, tað sama sum tann, sum er beint við.

Suðuroyingar halda eisini, at tað er løgið, at sama lóg ikki er galdandi galdandi fyri øll. Tað, hann sipar til, er, at frystilínuskip fiskar undir Føroyum og tveitir høvdini í havið aftur. Teir vísa eisini á, at tá ið grind er, verða rovini førd til havs. Og teir duga ikki at síggja munin á tí og so á fiskaslógvi.