Leingi hevur verið bíðað eftir tí, sum skuldi vera kollveltandi broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, og endiliga fyriliggur uppskotið frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø.
Men broytingarnar í uppskotinum heldur Tórbjørn Jacobsen lítið um. Hann spyr beinleiðis, um talan er um reform – ella rán!
- Leingi hevur ein serfrøðinganevnd sitið undir liðini á landsstýrismanninum hjá sambandinum, og róð hevur verið framundir, serliga tá ið Tjóðveldisflokkurin barslaði við stóra reforminum um Tilfeingisbúðina á Ólavsøku í fjør, at Bjørn Kalsø og fylgi vóru farin í holt við at snikka til kollveltandi broytingar í lógini um vinniligan fiskiskap. Andstøðan hevur ikki hoyrt eitt kis síðani, hóast hetta varð lovað okkum, sigur Tórbjørn Jacobsen
Hann vísir á, at Javnaðarflokkurin sambært valskránni til valið seinast miðaði móti einari liberalisering, sum skuldi enda í onkrum slagi av fiskidagabanka, meðan sjónarmiðini hjá Fólkaflokkinum eru so mikið kend, at óneyðugt er at nevna tey.
- Tí bíðaðu vit í størsta spenningi, nú syðradalsmaðurin var ávegis við fráboðaðu byltingini, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Ogn Føroya fólks
Tað er staðfest í § 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðini eru ogn Føroya fólks. Víðari verður sagt í lógartekstinum, at fiskirættindi latin sambært lógini veita ikki bólkum ella einstaklingum ognarrætt. Somuleiðis kunnu hesi rættindi takast aftur uttan endurgjaldsskyldu.
- Nevndu ásetingar er greið staðfesting av, at alt livandi í sjónum, og øll fiskirættindi, sum tær almennu Føroyar varða av, eru almenn ogn – ogn fólksins – og latin fiskirættindi sambært galdandi lóggávu ikki geva einstaklingum ella feløgum nakran ognarrætt yvirhøvur, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann vísir somuleiðis á, at fyri at tað almenna skal hava møguleika at varðveita hendan staðfesta ognarrættin til tilfeingið í sjónum, eru fiskirættindi avmarkað til 10 ár.
§ 13 í lógini greinar nærri út tíðaravmarkingarnar í sambandi við fiskirættindini og sigur millum annað, at rætturin til fiskidagar er galdandi í 10 ár í senn. Hetta merkir, at loyvini eru galdandi í 10 ár í senn og kunnu harvið loypandi setast úr gildi við 10 ára freist. Upprunaliga var áramálið ófrávíkiligt, og tað merkir, at eftir 10 árum fóru loyvini úr gildi av sær sjálvum.
Óavmarkað
- Seinri varð hetta broytt til at galda fyri 10 ár »í senn«, sum bar í sær, at vit fingu rullandi skipanina, ið hevur havt mikið hóvasták við sær hesi seinru árini, og sum hevur verið tulkað sum eitt nærum endaleyst loypandi 10 ára loyvi, ið var galdandi so leingi hetta ikki varð uppsagt av tí almenna myndugleikanum, Fiskimálaráðnum, ið útskrivar loyvini, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Sum kunnugt er langt síðani farið út um hetta áramál, og Fiskimálaráðið hevur ikki enn fingið í lag at siga upp hetta »ókeypis brúkslánið«, sum Tórbjørn málber seg, upp. Hetta hevur ført við sær, at vinnan hevur fingið ta fatan, at loyvini mest sannlíkt eru galdandi í óavmarkaða tíð.
- Fyri at koma hesum graverandi og mikið útbreidda mistaki til lívs, og fyri at staðfesta almenna ognarrættin til livandi tilfeingið í sjónum, sum tað so flott eitur, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum lagt uppskot fyri tingið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap hesum viðurskiftum viðvíkjandi, sigur Tjóðveldismaðurin.
Men tað er synd at siga, at Tórbjørn Jacobsen er beinleiðis imponeraður av hesum broytingunum. Ikki tí, fleiri av teimum eru vælsaktans skilagóðar, men har afturímóti falla broytingarnar í § 7 c ikki í góða jørð hjá tjóðveldismanninum. Tí meðan 7 a og b staðfesta, at loyvini bert eru galdandi til 2018 og at hesi ikki kunnu setast í veð, so er 7 c als ikki tað, Tórbjørn hevði hugsað sær.
Rulla inn í ævinleikan
§ 7 c, stk 1, ljóðar nevniliga soleiðis: Hóast ásetingarnar í § 7 b verður veiðiloyvi endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvi og fiskiloyvi. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í sambandi við endurnýggjan av veiðiloyvi.
Í somu paragraf, stk. 2, verður víðari sagt, at veiðiloyvi, ið verða latin ella endurnýggjað eftir 1. januar 2018, hava gildi í 5 ár.
Og her er tað, at Tórbjørn Jacobsen hevur ilt við at síggja logikkin í broytingunum.
- Tað gongur týðiliga og greitt fram, at eru nakrar objektivar treytir loknar og fylgdar samsvarandi galdandi lóg og reglum, so hevur rættindahavarin krav uppá, at loyvið verður endurnýggjað í 5 ár, og ikki bara í 5 ár, men loypandi 5 ár í tað óendaliga, vísir hann á.
Paragraffirnar siga týðiliga, at soleiðis er, og tað heldur glyvramaðurin sum nevnt lítið um.
- Ístaðin fyri tulkingina um rullandi skipanina í 10 ár, hevur Bjørn Kalsø nú skotið upp, at loyvini rulla inn í ævinleikan. Hetta var vorið sum reformur. Meira átøkt einum ráni, ei dáni í, at Jákup Sólstein var so hjartans fegin í útvarpinum, nú ognarrætturin lá á løgtingsins bismara og skuldi flytast frá fólkinum til teirra, sum nú av ymsum orsøkum sita við útskrivaðu loyvunum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann sigur víðari, at nú kunnu loyvishandlarnir av álvara fara í gongd, tá samgongan um fáar dagar hevur atkvøtt henda brølara ígjøgnum í løgtinginum.
Danskur pylsuvognur
í Grasagarði
Tjóðveldismaðurin heldur, at uppskotið hjá Bjørn Kalsø er eitt týðiligt afturstig í mun til verandi lóg, sum hóast alt staðfestir, at tilfeingið er ogn Føroya fólks. Men við nýggja uppskotinum um »rullandi loyvir inn í ævinleikan«, er tilfeingið fyri tíð og ævir latið upp í hendurnar á privatum at umsita og hava ræðisrætt á.
- Vit sótu við tí merkiligu fatan, heilt fram til dagin, tá ið Bjørn Kalsø legði fráboðaða uppskotið fram, at onkur bati mundi fara at verða. At Sambandsflokkurin fyri einastu ferð í hálvtfjórða ár hevði rulla við vøddunum og yvirørmunum og tikið hvørkratak um Fólkaflokkin og hansara sterku lobby. Soleiðis skuldi tó ikki vera, sigur Tórbjørn.
Tvørturímóti heldur hann, at Jørgen og teir enn einaferð hava framt eina »sjenistriku« og hava tikið Kaj Leo, Kalsø og Jóhan so dyggiliga »við reyvini«, sum hann málber seg. Sostatt bleiv uppskotið, sum Jørgen vildi hava tað, og teir tríggir standa sum dinosaurar í mýrilendi.
- Ímeðan hetta ránið av fólksins ognum fer fram, er Javnaðarflokkurin farin undir at seta ein danskan pylsuvogn upp í Grasagarði soleiðis, at arbeiðarin kann leskast við eini bayerskari við ketsjuppi á sínum egna degi, og samstundis fáa eina falsaða kenslu av, at gjógvin kanska ikki er so nógv breiðkað av monitæra og mest ósosiala skattapolitikki rikin í Føroya landi nakrantíð – undir sosialdemokratiskari leiðslu, sigur Tórbjørn.
Hann heldur tí, at einasta rætta í verandi støðu er, at varðveita lóggávuna óbroytta, hvat ilt hon annnars ger.
- Sum broytingin nú fyriliggur, er hon eitt klokkureint rán heldur enn ein reformur. Og hetta var sveinastykki hjá Bjørn Kalsø og Sambandsflokkinum, sigur Tórbjørn Jacobsen.