Fiskiveiðieftirlitið minnir ávísar skipaeigarar á, at neyðugt er, at útvega sær fiskiloyvi frá Fiskimálaráðnum, um ætlanin er at fara til fiskiskap í ár Talan er um skip, ið fiska uppsjóvarfisk.
Fiskimálaráðið hevur ikki latið skipunum fiskiloyvi eftir norðhavssild, svartkjafti ella makreli enn.
Sambært løgtingslóg nr. 28 frá 10. Mars 1994 § 7 er ikki loyvt, at reka vinnuligan fiskiskap uttan loyvi frá Fiskimálaráðnum.