Fiskimannafelagið verður oyðilagt

Nú formansskeiðið hjá Jan Højgaard í Fiski­mannafelagnum nærum er farið, er lætt at gera støðuna upp

Eg haldi meg tora at siga, at eg míni tíð bygdi fiski­mannafelagið upp til at vera eitt sterkt og virt felag. Vit høvdu best hug­s­andi kunning til limir og fólk annars, sum skapti virðing fyri felagnum. Vit uppbygdu heimsins bestu hagtalsskipan viðvíkjandi fiskimonnum, sum skapti virðing fyri felagnum bæði innan- og uttanlands. Vit høvdu stóra ávirkan á fiski­vinnupolitikkin til gagns fyri fiskimenn og sam­felag. Vit høvdu ein sátt­málapolitikk, sum í dag gevur føroyskum fiski­monnum kjans við heims­ins fremsta fiskiskipi.
Størsta hál, sum nakað fakfelag hevur fingið, var sjómansskatturin, sum hóast harða mótstøðu frá nógvum síðum, higartil hevur givið fiskimonnum úti við ¾ milliard krónur, sum er eitt framúr grund­ar­lag fyri persónliga eftir­lønar­skipan.

Valdur uppá
at leggja flotan
Men sum ofta er, tá nakað gongur væl, eru tað teir, sum bjóða seg til at kunna gera tað enn betri.
Hetta hendi eisini við formansvalinum fyri trim­um árum síðan. So mikið var tó alment kent um hes­ar avbjóðarar, at tað av­­gjørt eingin grund var til at halda, at teir kundu gera nakað sum helst betri enn nakar sum helst annar fyri at siga tað diplomatiskt.
Jan Højgaard varð vald­ur við einum høvuðs­boð­skapi um, at hann skuldu greiða allar trupulleikar við at “leggja flotan.” Hetta gav eina greiða ábend­­ing um eitt destruk­tivan (oyði­leggj­andi) hugsunnarhátt, sum neyvan boðaði frá góðum.
Hetta kom eisini skjótt at standa sína roynd. Fyrst hann fekk møguleika fyri tí, var Jan Højgaard so grammur at leggja flotan, at hann leyp semings­stovnin um aftaná kaotiskar samráðingar.
Flotin lá 2-3 vikur, uttan at fiskimenn fingu eitt oyra meira burtur úr, enn tað sum var í boði undan verkfallinum.
Hesum lærdi Jan Høj­gaard ikki av. Nú skuldu henda uppskriftin roynast við Carlton. Har vóru trupul­leikar, sum við van­ligari mannagongd kundu verið loystir við sakarmáli og/ella samráðingum.
Hóast hetta lýsir Jan Højgaard, í hvussu er uttan at partur av nevndini visti av tí, mynstringarbann. Skilið í hesum kann lýsast við, at kravið hjá Jan Højgaard vildi merkt, at kokkurin, sum var limur í FF, skuldi fara niður í løn!
Úrslitið varð, at upp­runa­manningin misti stórar upp­hæddir í inntøkum um­­framt sjálvan kjansin, bert takkað skilaloysi hjá Jan Højgaard.

Rættarbrot
Men slíkir menn skulu altíð hava syndabukkar fyri egið dugnaloysi. Tí frættist í undanfarnu viku, at teir fiskimenn, sum fóru við Carlton, vóru útvístir úr FF, so at limir í FF ikki skuldu kunna mynstrað saman við teimum.
Brævið til hesar fiski­menn var so ússaligt, at tað kundi fyri tað verið skrivað av einum skúladrongi. Brævið við sínum 30 orð­um er uttan samanhang, og tað er ikki so frægt sum dagfesting í brævinum.
Jan Højgaard hevur í hesum máli enn eina ferð sjálvur avdúkað sín før­leika. Fyrst sigur hann við Sosialin, at tað var ein samd nevnd, sum stóð aftanfyri hesa avgerð.
Men longu dagin eftir mátti hann vátta fyri Sosi­alin, at málið als ikki hevði verið fyri á nevndarfundi! Og nú nevndarfundur hevur verið, vísir tað seg, at tað var als ikki meiriluti fyri hesum stigi, og tí er tað tikið aftur.
Tað mest avdúkandi er, at Jan Højgaard helt ann­ars, at málið hevði verið fyri á nevndarfundi, men tá hann einki fann í gerðar­bók­ini mátti hann bert ásanna, at tað ikki var so!!!!!!
Hetta er enn eitt av mongum dømum um, at maðurin er fullkomiliga óeftirfarandi. Hann hevur ikki so frægt at evnum, at hann dugur at síggja, at slík ósannindi verða avdúk­að av teimum, hann lýgur uppá.
Verunleikin er enn verri. Hann hevur ikki so frægt sum kunnað alla nevndina um hetta mál. Brævið varð sent monnunum í juli, og ikki fyrr enn nú í oktober lesa nevndarlimir um málið í bløðunum!

Jan Højgaard váttar, at hann einki veit
Hetta mál er eisini ein váttan um, at Jan Højgaard veit snøgt sagt einki um tað, hann arbeiðir við. Tað kann vera nóg galið, at ein fakfelagsformaður ikki veit um grundleggjandi manna­gongdir í einum fakfelag.
Sum til dømis at ein formaður ikki einsamallir kann koyra menn úr einum felag. Tað skal í minsta lagi ein nevndaravgerð til. Afturat hesum er tað rættar­ásett, at uttan mun til viðtøkurnar, kunnu menn ikki koyrast úr einum felag undir umstøðum sum hes­um, uttan at hóttu limirnir fingu møguleika at svara fyri seg. Tí vildi henda ekslusónin undir øllum umstøðum verið ógyldig, um tað kom til rættarsak.

Veit heldur ikki, hvat hann sjálvur ger
Men enn meira avdúkandi er, at Jan Højgaard ikki so frægt sum veit, hvat hann sjálvur hevur verið við til. Í eini søguligari avgerð hjá felagn­um má hann í gerðar­bókina fyri at finna fram til, at hann hevur sagt ósatt fyri Sosialin.
Jan Højgaard hevur javn­an fortreð etikkin hjá øðr­um og leggur gud og hvønn mann undir at vera skálk. Men sjálvur hevur hann ongan etikk. Hann fremur brot uppá bæði skrivaðar og óskrivaðar reglur fyri felags­arbeiði júst sum tað passar honum. Hetta ger hann enntá móti sínum egnu.
Tað er ikki hent fyrr í søgu FFs, at nevndarlimir eru settir til viks, soleiðis sum Jan Højgaard javnan ger tað. Í hesum málinum tekur hann einsamallur avgerðir, sum eru upplagd­ar nevndaravgerðir.
Í øðrum førum leggur hann miðvíst avgerandi nevndarfundir, tá ið menn, sum ikki er samdir við honum, eru burturstaddir. Hesir fáa ikki so frægt sum fráboðan um tað, sum er “samtykt”. Hetta er so groft, at tað finst ikki orð fyri tí.

Royndi at beina
fyri Norrønu
Hvussu destruktivur Jan Højgaard sást eisini, tá hann beinleiðis tók undir við at beina fyri størsta arbeiðsplássinum hjá sjó­monnum, nevniliga Norr­ønu. Stóð tað til hann vórðu hansara egnu limir settir í land í næstu havn.
Hvussu lítið hann fatar av tí, sum hendir á hansara øki, sást annars tá ið FAS-lógin varð broytt við stór­ari skattahækking til lægts­lønta sjófólkið, sum eru limir í FF. Hetta varnaðist Jan Højgaard ikki fyrr enn fleiri mánaðir seinni, tá ið polakk­ar umborð á Norr­ønu gjørdu vart við hetta! Tiskil varð einki gjørt fyri at bjarga hesum fólkum undan minkingini í teirra realløn.

Fiskimannafelagið
verður oyðilagt
Tað er eingin ivi um, at Jan Højgaard er við at oyði­leggja fiskimannafelagið. Aftaná hansara ósannindir um Carlton er felagið full­komi­liga til láturs millum fólk.
Hetta er bert nakað av tí, sum er komið alment fram. Um alt varð tikið við hevði verið greitt, at støðan í verunleikanum er nógv verri enn lýst í hesi grein!
Tað er eitt sindur sárt at síggja, hvussu tað, sum er bygt upp í ártíggir, eftir so stuttari tíð liggur í sori.
Hinvegin er tað sjálvsagt upp til fiskimenn sjálvar, hvat teir gera við sítt egna felag. Men vilja teir bjarga fiskimannafelagnum mugu teir taka seg um reiggj. Gera teir ikki tað, er tað bert ein spurningur um tíð, so er felagið farið í søguna.
PS. Fráboðanin um tað ógildaðu útvísingini úr Fiski­mannafelaginum ligg­ur framvegis á heimasíðuni.


Sjálvt um Jan Højgaard segði fyri Sosialinum, at nevndin í felagnum var samd um at burturvísa menninar, váttar hann nú, at málið hevur ikki verið fyri á nevndarfundi. Tað helt hann annars, men eftir, at hann nú hevði leitað í gerðarbókini, ásannar hann, at tað málið hevur ikki verið viðgjørt á nevndarfundi.'
Sosialurin 6. oktober.

Her váttar Jan Højgaard sjálvur, at hann hevur logið fyri Sosialinum, og at hann ikki veit, hvat hann sjálvur hevur gjørt í avgerandi málum. Meira ússaligt kann tað ikki vera