Landsfundur
Í fleiri ár hevur Føroya Fiskimannafelag hildið sín árliga landsfund millum jóla og nýggjárs, tá vænandi er, at flestu fiskimenn eru heima. Teir, sum fiska á fjarleiðum umborð á verksmiðjutrolarum og rækjuskipum koma tó ikki heim til jóla, um tað ikki júst passar soleiðis, at túrur er lokin, og skipini skulu heim kortini.
Hinvegin eru tað eisini nógvir menn, sum sigla við ísfiskatrolarum, ið eru burtur millum høgtíðirnar, tí tað er vorðið meira vanligt, at ísfiskatrolarar loysa triðja jóladag og landa beint eftir nýggjár.
Menn órógvaðir
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at árið í ár verður vánaligt hjá nógvum fiskimonnum, tó at inntøkurnar hjá teimum fyri nógvar dagar á sjónum í flestu førum eru á eini leið.
- Vit merkja týðiliga, at menn eru órógvaðir av støðuni, nú fleiri skip eru løgd, samstundis sum skip í vinnum, sum áður hava gingið væl, hava verið fyri stórum kvotuskerjingum í svartkjafti. Samfelagið er vorðið nógv dýrari at liva í, og vit merkja eisini, at okkara limir havt verri við at fáa endarnar at røkka.
Hann sigur, at onnur órógvandi viðurskifti eru eisini, nú alt bendir á, at bankarnir hava langað lokið á kassan – eftir at hava verið við til at ført fólk út í óføri við garvillum lánum, sum hava trýst prísirnar á eitt nú sethúsum upp til himmals.
Jan sigur, at onkrir glottar kortini eru at hóma, og í fyrsta lagi er tað oljan, sum er vorðin bíligari seinasta hálva árið.
Púra galið
- Nei, árið í ár hevur ikki verið nakað serligt – og eg vil heldur siga vánaligt, men verður komandi ár uppaftur verri, trúgvi eg, at tað verður púra galið hjá okkara fiskiflota og teimum monnum, sum hava sítt livibreyð umborð á hesum skipum, sigur Jan Højgaard, sum vit fara at práta meira við til blaðið mánadagin.
Á landsfundinum fer felagsformaðurin at leggja fram tøl, sum lýsa gongdina í hesum ári, og hann fer eisini at taka saman um og gera sínar metingar fyri komandi ár.