Fiskiskapurin stendur í stað

Men tað hevur verið meiri at fáa at toski og prísurin er batnaður


Higartil í ár hevur fiskiskapurin undir Føroyum verið at kalla akkurát tann sama, sum hann var í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað vísir eitt yvirlit hjá Hagstovuni, og her tað botnfiskur og flatfiskur, hugsað verður um, ikki uppjóvarfiskur.

 

Uppgerðin vísir, at í tíðini frá januar til mai í ár hava føroysk skip avreitt tilsamans 30.645 tons av fiski. Tað eru sjey tons færri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið tey avreiddu 30.652 tons.

Tilsamans fiskaðu skipini 22.127 tons av botnfiski og tað eru fimm tons fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Men tað sæst í yvirlitinum, at fiskiskapurin eftir toski hevur verið heldur frægari, tí higartil í ár hava vit fiskað 5.123 av toski og tað eru 44 prosent, ella 1.558 tons fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið føroysk skipi fiskaðu 3.565 tons av toski.

Hinvegin er fiskiskapurin eftir hýsu minkaður 133 tons, niður í 1.723 tons og fiskiskapurin eftir upsa er minkaður 597 tons, niður í 11.673 tons.

 

Fiskiskapurin eftir ymsum flatfiski er minkaður 97 tons, ella sjey prosent, niður í 1.442 tons.

 

Hinvegin er prísurin batnaður, tí avreiðingarvirðið er vaksið átta prosent tilsamans, tí fyrstu fimm mánaðirnar í ár, av avreiðingarvirðið 291,329 milliónir krónur. Tað eru 21,058 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið tað var 270,271 milliónir krónur.