Fiskivinnan: 1.5 mió. á muni

Tað er eingin loyna fyri nakran, at tað er ymiskt hvussu lønsemi er millum teir ymsu skipabólkarnar í fiskivinnuni. Serliga uppsjóvarskipini hava klárað seg sera væl, serliga síðan makrelkvoturnar blivu nógv størri fyri eini 10 árum síðan. Eisini skipini í Barentshavinum hava klárað seg væl. Hesi skip klára seg væl í mun til teirra, ið fiska á føroysku grunnunum, har inntøkurnar tó eisini hava fingið eitt skump rætta vegin, eftir at tey eisini fingu lut í makrelinum.

 


Ein útrokning, við støði í tølum frá Fiskimannafelagnum vísir, at ein miðal manningarpartur á føroysku uppsjóvarskipunum í 2016 liggur á uml. 1.8 milliónum, á einum flakatrolara uml 840.000 krónur, á einum trolara í bólki tvey, liggur ein miðal manningarpartur á góðum 530.000 krónum og við línuskipum liggur ein miðalløn í 2016 á góðum 307.000 krónum.

 

 

Les meira í Sosialinum í dag. Sosialurin varpar komandi tíðina ljós á fiskivinnuna og komandi nýskipanina. Les stórt tema í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur hósdagin.