FISKIVINNAN EIGUR LÍVIÐ Í KLAKSVÍKINI

– Tað er ein veruleiki, at fiskivinnan og teir ringvirkningar, sum fiskivinnan skapar, hava velduga stóran týdning fyri Klaksvík og Norðoyggjar. Uttan fiskivinnuna var Klaksvík ikki tað, hon er í dag, sigur borgarstjórin, Karl Johansen

 

Á mentanardeildini hjá Klaks­ víkar kommunu hava tey saman við starvsfólkum hjá JFK lagt til rættis móttøkuna, tá nýggjasta skipið í føroyska fiskiskipa­ flotanum ­ Gadus ­ kemur til Klaksvíkar.

 

– Eg eri spurdur, um eg vil siga nøkur orð við móttøkuna, og eg havi sjálvandi játtað. Hetta verður aðru ferð, at eg sum borgarstjóri skal verða við til at taka ímóti einum nýbygningi í Klaksvík. Tá Christian í Grótinum kom, segði eg eisini nøkur orð.

 

Tað sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen.

 

##med4##

Lívsins skúli

 

Hóast hann hevur starvast sum løgreglumaður meginpartin av sínum arbeiðslívi og í nøkur ár sum sýslumaður, hevur borgarstjórin eisini verið sjómaður.

 

Vit kunnu róliga siga, at hann hevur gingið í lívsins skúla og umframt at vera løgrelumaður, er hann eisini skiparalærdur.

 

– Tá fólkaskúlin varð liðugur á sumri í 1971, og eg júst var fyltur 17, fór eg yvir á Flemish Kap á saltfiskaveiði við Pison. Eg var við tríggjar saltfiskatúrar og nakrar túrar á ísfiski – ella í hálvt annað ár tilsamans.

 

Eftir tíðina við Pison, arbeiddi Karl Johansen heima í nakrar mánaðir, til hann á sumri í 1973 fór við Fjalshamri á svartkalvaveiði við Labrador.

 

– Eg var bara tann eina túrin við Fjalshamri, men eg var eisini onkran túr við útróðrarbátum her norðuri.

 

Tað var í 1976, at Karl Johansen fór niður til Danmarkar at læra til løgreglumann. Heimafturkomin í 1979 starvaðist hann í nøkur ár sum løgreglumaður, áðrenn hann tók sær eina sjóvinnuútbúgving.

 

##med2##

 

Útbúgvin skipari

 

10 ár eftir, at Karl Johansen var 

 

arin at læra til løgreglumann, fór hann á skiparaskúla í Klaksvík, har hann g jørdist skipari í 1986.

 

–Tað var soleiðis, at eg saman við einum beiggja mínum, sum hevði verið sjómaður alt sítt lív og einum øðrum manni, g jørdist parteigari í nýbygda frystilínu­ skipinum, Kletti, sum varð liðugur í 1987.

 

Karl fekk farloyvi hjá løg­ regluni og sigldi sum stýrimaður við Kletti.

 

– Vit høvdu skipið í trý ár, men fingu ikki raksturin at hanga saman. Sama var við øðrum frystilínuskipum, sum komu um hetta mundið.

 

Klettur varð seldur úr Før­oyum, men varð seinni keyptur aftur til Føroya og g jørdist til línuskipið, Kamb, sum nú er heimahoyrandi í Vestmanna og kallast Vesturhavið.

 

Klaksvík og vinnulív

 

Mangan verður Klaksvíkin rópt fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya. – Tað er bara ein veruleiki, at fiskivinnan og teir ringvirkningar, sum fiskivinnan gevur, hava veld­ uga stóran týdning fyri Klaks­ víkina.

 

Karl Johansen ásannar, at uttan fiskivinnuna var Klaksvík ikki tað, sum býurin er í dag.

 

– Fiskivinnan hevur velduga stóran týdning fyri Klaksvík

 

og Norðoyggjar. Tað verður ein stórur dagur, nú nýggi Gadus kemur, og tað er eingin ivi, at eg sum borgarstjóri bæði fegnist og føli, at vit her norðuri við hesum fantastiska nýbygningi og stásiliga skipi kunnu bera bringuna høgt, sigur hann.

 

##med3##

Fíggjarlig styrki

 

Borgarstjórin sigur seg fegnast um góðu gongdina í vinnulívinum í Klaksvík, bæði tá ræður um flakavinnuna í Barentshavinum, uppsjóvarvinnuna og ikki minst ísfiskavinnuna, sum hevur fleiri størv á sjónum og ikki minst gevur arbeiði til nógvar hendur á landi.

 

Alivinnan hevur eisini nógv virksemi í Norðoyggjum.

 

– At vera í fiskivinnuni er sum at spæla í einum lottaríi. Tað kann vera skjótt hvønn vegin, og tí er umráðandi, at vit eru góð við tað, sum er og sum vit hava.

 

Karl Johansen ivast heldur ikki í týdninginum av, at vit hava nøkur fíggjarliga sterk feløg í vinnuni, bæði í fiski­og alivinnuni, og hann fegnast um, at hesi feløg á ymiskan hátt ­ og hvør í sínum lagi ­ stuðla undir ymsastaðni, har tørvur er.