Atli Hansen
Gøtu 28.05.01
???????????????
Í døgunum 15.?17. mai var stór fiskivinnustevna í Runavík. Løgmaður setti stevnuna og lýsti hana m.a. sum eitt tiltak, har føroyingar seta seg javnbjóðis við umheimin og bjóða hesum til kappingar við egnari framleiðslu á fiskivinnuøkinum. Ein kundi halda, at løgmaður tók í so rívan til, men sum stevnan gekk, so fekk hann rætt. Hetta gjørdist ein stevna ella ein framsýning, sum á flestu økjum kann sammetast við líkandi tiltøk í okkara grannalondum. Eitt sera væleydnað tiltak.
Bæði hugtakið »framsýning« og »stevna« verða nýtt um hetta tiltakið. Framsýning ? tí her koma framleiðarar av alskyns tólum til fiskivinnuna at vísa fram tað nýggjasta á økinum og at hitta síni viðskiftafólk fyri kanska at fáa nýggjan íblástur. Stevna ? tí her komu nógv saman bert fyri at hitta fólk, sum ein kennir røddina á ella hevur møtt á øðrum stevnum. Sjómenn, útgerðarmenn, framleiðarar, meklarar, útvegarar hava fragd av at heilsa upp á hvønn annan undir hesum umstøðum. Tær persónligu relatiónirnar fáa sítt.
Tá ið tankin um eina tílíka stevnu fór at gerast veruleiki, vóru vit ivaleyst nógv, ið høvdu okkara iva um hesir runavíkingarnir nú ikki høvdu sett sær ov høgt mál. Tað, sum vit kenna frá útheiminum av hesum slag t.d. í Trondhjem, Glasgow, Ålborg og Reykjavík hevur sæð ógvusliga stórt út og kundu vit tí kanska bert vænta eina miniútgávu av hesum, men so var ikki. Vit fingu eina stevnu, sum gav tí vitjandi kenslu av altjóðadámi. Her vóru nógvir útlendingar komnir bæði fyri at vísa fram, men eisini fyri at forvitnast.
Átakið fer uttan iva eisini at hava eitt munagott árin á hagtølini hjá føroysku ferðavinnuni í komandi tíðum. Mær varð sagt, at umleið 4000 fólk vitjaðu framsýningina hesar 3 dagarnar og eg havi fingið uppspurt, at til framsýningina í Glasgow plaga at koma á leið 8000 fólk.
Men hvar var føroyska pressan? Hvar var hon undir stevnuni og hvat hevur hon gjørt burtur úr stevnuni aftaná? Syndarliga lítið, tá ið hugsað verður um hvat ið ein tilvildarligur ítróttarlandsdystur kann draga við sær av útvarps- og blaðmonnum. Hóast hesa væntandi undirtøku frá føroysku pressuni, kemur hetta tiltakið kortini at geva afturljóð. Nógv útlendsk blaðfólk vóru at síggja.
Eitt annað hjartasuff má vera um føroysku loyvismyndugleikarnar, sum løgdu sínar fótonglar fyri borðreiðingina um borð á Norrønu. Vavsturin av útskeinking av summum og billetsølu aðrar drykkir fekk mangt smílið fram frá útlendingum. Annars sá tiltakið við Norrønu sum mobilt hotell út at rigga sera væl.
Eisini stigtakararnir og fyriskipararnir mugu hava havt eina kenslu av, at hetta eydnaðist væl hjá teimum, tí longu áðrenn stevnan var at enda komin, ljóðaði tað í tjøldunum, at luttakararnir vóru bodnir við aftur um 2 ár. Annað hvørt ár er eisini tað vanliga fyri stevnurnar í teimum oman fyri nevndu býunum.
Stigtakararnir hava við hesum sett Føroyar við stórum, stavum víða hvar innan fiskivinnuna. Vit eru mong, sum frøast saman við tykkum um, hvussu væl hetta eydnaðist og vit fara helst at vísa tykkum størri álit frá byrjanini av næstu ferð.
Hjartaliga tillukku og góða eydnu.