Hægstirættur í Íslandi hevur felt dóm í einum rættarmáli ímillim eitt tryggingarfelag og flutningsfelagið Eimskip. Málið byrjaði í 2006 Eimskip skuldi flyta ein farm av saltfiski við lastbili til ein keypara í Italia, men á einum steðgiplássi lupu vápnaðir menn á og fóru við saltfiskinum. Eimskip vildi ikki rinda endurgjald, men nú hevur hægstirættur álagt felagnum at gjalda, tí lastbilurin stóð á einum steðgiplássi, sum ikki hevði vaktarfólk.