Fitness Føroyar í dag

Í dag verður Fitness Føroyar fyri menn og kvinnur í høllini í hoyvík

Í gjár var føroya sterkasti maður funnin. Í dag er tað Hr. og Frú. fitness, sum skal finnast. Hjá monnum verður talan um tríggjar greinar, har teir skulu kappast móti hvørjum øðrum.

 

Hjá kvinnum er talan ein “bikini” kapping, har luttakarnir verða dømdir millum annað vøddanøgd og vøddasamanseting. Tiltakið byrjar klokkan 17 í Hoyvíkshøllini.

 

Luttakarnir eru:

 

Fitness Føroyar Menn

David Arge Galán - Vinnarin frá fjør

Rani Dahl-Olsen ( við 2013 )

John Steingrím - nýggjur

Petur Fríði Svabo - nýggjur

Steinar W Á Tórgarði - nýggjur

Brestir Mikkelsen ( við 2014 )

 

Fitness Føroyar Kvinnur

Marita Debes Magnussen - ( við í 2013 )

Oda Kjartansdóttir Strøm - Nýggj

Linda Oliversdóttir Andreassen - Nýggj