Málið er, at verkstaðurin, sum tilsamans verður einar 800 fermetrar stórur, verður hin grønasti og reinasti í landinum, samstundis sum hann verður orkuvinarligur og framkomin.
Alt arbeiði, sum skal fara fram á verkstaðnum, kann nú gerast umhvørvisvinarligt við tað, at nýggj og framkomin málarakabina verður á verkstaðnum, har eisini verður pláss fyri stórbilum og bussum.
Soleiðis verður eisini lakkeringsarbeiðið av stórbilum reint - við sera lágum útláti. Í dag lakkera verkstøð stórbilar á gólvinum, har alt útlát fer beinleiðis út í umhvørvið, men á Hjalla verður hetta á nýggja verkstaðnum.
Lakkeringskabinan á nýggja verkstaðnum er nevniliga uppbygd soleiðis, at hon kann deilast upp í fýra smærri kabinur til vanligar bilar.
Soleiðis, sum verkstaðurin verður uppbygdur og innrættaður, ber til at skipa arbeiðsgongdina, sum eitt ”flov”, har bilarnir koma inn í tí eina endanum og koyra út aftur í hinum, tá alt arbeiði er liðugt.
Tað er West-Trading, sum ger stoypiarbeiðið, og her verður eisini stórur dentur lagdur á at byggja soleiðis, at bygningurin krevur lítla orku til upphitan, samstundis sum útlátið verður sera lágt.
Fjarhiti er á staðnum, og verkstaðurin verður tískil ikki hitaður við olju, og á matriklinum verður eingin olja yvirhøvur. Bygningurin verður sera væl bjálvaður samsvarandi nýggjum myndugleikakrøvum, og stórur dentur verður lagdur á at verja umhvørvi og arbeiðsfólk móti dálking.
Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, er serblað um bilar, og her verður eisini gjørt burtur úr nýggja plátu-og lakkeringsverkstaðnum hjá Fixa á Hjalla.
##med2##