Fjølbroytt kórkonsert á Kambsdali

Leygarkvøldið 20. mei kl 19:30 verður høvi hjá eysturoyingum at hoyra nógvan ymiskankórsang. Tá fara tey trý kórini Leirvíkar Gentukór, Felagskórið Gøta/Leirvík

og Fuglafjarðar Manskór at hava konsert saman í Studentaskúlanum á Kambsdali.

Leirvíkar Gentukór, sum er sett saman av ungum evnaríkum gentum, fer at syngja ymiskar fjølbroyttar sangir - alt frá ABBA til vanligar føroyskar summarsangir.

Felagskórið Gøta/Leirvík hevur eftir hondini nøkur ár á baki. Kórið hevur sangarar úr ymsum bygdum í Eysturoynni, og Eivør Pálsdóttir er solistur í kórinum. Leygarkvøldið fer kórið at framføra sangir eftir Paul McCartney, Richard Rodgers o.o.

Ikki eru manskórini í Føroyum so nógv í tali, men í Fugalfirði hava teir so eitt. Teir fara leygarkvøldið at lata sínar málmklingandi røddir ljóða. Sungnir verða bæði føroyskir og útlendskir sangir. Kórini fara eisini at syngja okkurt verkið saman.

Leirvíkar Gentukór

Felagskórið Gøta/Leivík

Fuglafjarðar Manskór