Fjølbroytt konsert í Trongisvági

Leygarkvøldið 7. novembur verður skipað fyri einari stórslignari konsert í høllini Trongisvági, við millum øðrum Tróndur Enni, Eyðun og Neil.

Jens Lisberg, Froðbiar Sóknar Bluesband, Theodor Petersen, Deiggj, Tróndur Enni, Pikachu, Trygvi Strøm og Sólfríð Bech, og tvey ungdómsorkestur úr Pakkhús 4.

 

Pallstjóri verður Elis Poulsen, útvarpsmaður.

 

Skráin borgar fyri einari góðari og fjølbroyttari konsert.

Talan verður um eina sitikonsert, men pláss verður eisini fyri einum ?sving-om?.

Kafeteria hevur opið hetta kvøldið, og har verður millum annað breyð og køka at fáa til keyps.

 

Konsertin byrjar kl. 20.00 og heldur á til umleið kl. 23.00

Allur ágóðin fer til Froðbiar Sóknar Róðrafelag, og skal brúkast til umvæling av neystinum.