Fjølbroytt listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Sí myndir frá ferniseringini her

Tað vóru fleiri, ið løgdu leiðina framvið Smiðjuni í Lítluvík í gjár. Har var forvitnislig fernisering við fimm kvinnum, ið allar hava hvør sín serliga stíl. Talan er um Vígdis Sigmundsdóttir, Brynhild Sigmundsdóttir (Bibi), Ceciliu Vestureið, Bjørg Jacobsen og Frívør Ellefsen. 

Tær hava lagt framsýningina soleiðis til rættis, at listaverkini hjá teimum ymsu listafólkunum hanga hvørt um annað, sum gevur framsýningini ein serligan dám. Vígdis Petersen hevur serliga gott eyga fyri, hvussu mann hongur myndir upp, so tær hóska væl saman, og tað er hon, sum hevur staðið fyri at skipa hetta fyri hinar fimm listakvinnurnar.

Upprunaliga var tað annars meiningin, at framsýningin skuldi vera við Vígdis Petersen og Vígdis Sigmundsdóttir; Vígdis og Vígdis. Men av tí, at tað ikki lá fyri hjá Vígdis Petersen, heitti Vígdis Sigmundsdóttir á hini listafólkini um at stilla út saman við sær. Nakrar av hesum hava stillað út saman fyrr, og tær fara allar at hava eina framsýning saman á Mentanarnáttini á Tvøroyri. Tá verður teknarin Janus Dam Guttesen eisini við, sum eftir ætlan eisini skuldi vera við hesa ferð. 

##med2##

In.fo var á staðnum og fregnaðist, og her eru nakrar myndir frá ferniseringini at síggja. Fyrst í næstu viku kemur samrøða við listakvinnurnar eisini, har tær greiða nærri frá.

##med3##

##med4##

##med5##

##med7##

Bibi ger landslagsmyndir í pastel. Hon málar naturalistiskt og hevur málað tað mesta av føroysku oyggjunum.

##med8##

Vígdis Sigmundsdóttir ger pappírscollagur við íblástri frá føroysku náttúruni og úr kvæðaheiminum.  

##med6##

Cecilia Vestureið ger áseymaðar myndir við ymiskum motivum. Íblásturin er fjølbroytnið í føroyska veðurlagnum og náttúruni - umfatandi fjøllini norðanfyri og opna, ljósa náttúran sunnnanfyri.

##med9##

Frívør Ellefsen ger hálvabstraktir málningar í akryl. Hon málar mest naivistiskar málningar í sterkum litum og leggur stóran dent á litspælið teirra millum.

##med10##

Bjørg Jacobsen ger pappíklipp av gerandisstøðum. Motivini eru karikerað folk í gerandisstøðum, og umframt litspælið er tað situationella og relationella í fokus.

Niðan fyri eru enn fleiri myndir at síggja.

##ms##

 

 

Framsýningin verður opin hvønn dag fram til og við týsdagin 9. apríl klokkan 14-18.