Fyrst í áttatiárunum kemur ein klæntrasligur smádrongur úr Silkeborg til Føroya at vitja ommuna og abban í Norðragøtu. Hetta er á fyrsta sinni, at Simon er í Føroyum, og hann er, sum vera mann, spentur at uppliva fjarskotnu oyggjarnar í Norðuratlantshavi. Á vitjanini í Føroyum sleppur Simon at royna seg til útróðrar og er eisini við í klipping. Á ferðini er hann kortini mest hugtikin av, hvussu stórir allir bilarnir eru í Føroyum, tí vegirnir eru nógv smalari enn í Danmark.
Smádrongurin, sum vitjaði ommuna og abban í Gøtu, er nú blivin vaksin. Eftir lokið studentsprógv í Silkeborg, eitt háskúlaupphald, eitt rend til Los Angeles, eina miseydnaða roynd á universitetinum í Århus og eina nærum fullførda journalistútbúgving hevur 29 ára gamli danin, Simon Kvamm, veruliga nátt tindin í 2004.
Sjálvur triði er hann partur av sera vælumtóktu sendirøðini, Drengene fra Angora, sum verður víst á DR2 og á SvF hvørt mikukvøld. Innan tónleika-heimin er hann heldur ikki heilt eiðasørur. Simon er frontmaður í danska rockbólkinum, Nephew, sum stóran part av árinum hevur verið ovast á tónleikatindinum í Danmark.
Okkara sjónvarp
Satiriska skemtirøðin, Drengene fra Angora, hevur verið at sæð á Danmark Radio í eitt gott ár. Teir tríggir Esben Pretzman, Rune Tolsgaard og Simon Kvamm eru høvuðleikararnir í skemtirøðini, sum í løtuni er best umtókta sendirøðin hjá teimum ungu í Danmark.
Reyði tráðurin í sendingum er rættiliga svart ? og til tíðir rættiliga langt úti ? skemt. Teir tríggir eru ikki bangnir fyri at bróta mørk, og halda seg ikki aftur at gera gjøldur burturúr álvarsomum tingum.
Fleiri og fleiri fólk setast við skíggjan hvørt fríggjakvøld, og herfyri sóu yvir 300.000 fólk sendingina, og tað er met. Í Føroyum er sendirøðin eisini vælumtókt, og tað er serliga yngra ættarliðið, sum hevur tikið donsku skemtisendingina til sín.
Vit hava spurt Simon Kvamm, hvat hugskotið aftanfyri væl umtóktu sendirøðina er.
? Vit vildu gera eina sending, sum vit sjálvir hildu vera stuttliga at hyggja eftir. Vit eru allir tríggir nakrir fittir fýrar, og vit hildu allir, at tað manglaði eitt sindur av sympatiskum og fjálgum skemtí í sjónvarpinum.
Hann leggur afturat, at Drengene fra Angora er eitt mótspæl til meira hørðu skemtibylgjuna, sum er ógvuliga væl umtókt kring heimin.
? Bæði JackAss og Stand up skemt er rættiliga ósympatiskt og óndsinnað, og sum oftast hevur eittans endamál: At heingja ávís fólk út. Heldur enn at flenna eftir fólki, vilja vit flenna við fólki. Okkara konsept er meira fjølbroytt enn bara tað at vera grovur og óndsinnaður. Tak eitt nú persónarnar, Henning Primdahl og Baune. Teir eru báðir nakrir idiotar, men tú fært kortini eina ávísa sympati við teimum, og júst sympatiin vilja vit hava fram, sigur hann
Simon er ikki heilt óvæntað ógvuliga fegin um, at sendirøðin er blivin so væl umtókt í Danmark.
? Tað er feitt, at fólk er komin í okkara heim í Angora. Tá tað upprunaliga er ein sending, sum er gjørd við tí fyri eyga, at vit sjálvir skuldu tíma at hyggja at henni, ger tað enn betri, tí tað merkir at sjónvarpsmagurin hjá fólki er við at gerast betri, vísir Simon Kvamm á.
Úr veruliga lívinum
Uppkastið til Drengene fra Angora er bygd um nakrar fastar tættir og nakrar smáar sketjur. Flestu persónarnir ganga aftur viku eftir viku, og eitt felagseyðkenni er, at nærum allir persónarnir í hvør sínum lagi eru margháttiligir og løgnir.
Úr rúgvuni kann nevnast Kåre, sum ikki kann sigast at hava serliga stórt orðaval. Tað einasta hann gongur runt og sigur er "Ja nemlig ja" og "Der er ingen problem".
Spurdur, hvar hugskotini til margháttligu persónarnar í sendirøðini stava frá, svarar Simon Kvamm, at flestu persónarnir eru fólk, sum teir kenna frá sínum egna gerandisdegi.
? Flest øll fólk kenna persónarnar aftur. Bobby á súkkluliðnum er sjálvsagt nørdurin, sum sat á fremsta beinki í skúlanum, og sum ikki hevur roynt tað stóra lívinum. Rune er uppvaksin á bygd í Jútlandi, og har kemur Kåre frá. Eins og Kåre, so vóru fleiri persónar í hesari lítlari bygd, sum ikki dugdu at siga fleiri enn fimm setningar. Henning Primdahl er sjálvsagt tann kjekkaði maðurin, sum kortini er nokso kiksaður. Pim er ein tekniseriupersónur, sum eingin kennir, og tað er eisini endamálið við honum. Ein persónur í røðini skuldi vera fullkomiliga í øðrviti, og tað endaði við at vera Pim. Baune er ein typa, sum eg kenni úr Silkeborg os. fr. fortelur Simon.
Ein fastur táttur í sendingun-um hevur verið súkkluliðið "Team Easy On", sum millum annað var við til súkklukapp-ingina Tour de France í summar. Spurdur, hvat endamálið var við hesum tátti, sum fleiri meta vera tann stuttligasta í Drengene fra Angora, svarar Simon Kvamm:
? Upprunaliga høvdu vit avgjørt, at ein dokusoap skuldi vera fast við í sendingini. Vit komu eisini skjótt eftir, at tað skuldi vera ein fyritøka, sum skuldi vera langt út. Tað varð tí til eitt súkklulið, sum fekk navnið Team Easy On, sum jú er eitt hítumerki. Vit tríggir halda at súkkluheimurin er komiskur, tí tú ert nærum ein trælur, sum slítir seg upp. Vit skilja snøgt sagt ikki at nakar tímur at vera súkklari, tí tað er eitt reint helviti.
Halda fram
Høvuðsmenninir í Angora, Simon Kvamm, Espen Pretzman og Rune Tolsgaard hava havt eitt tætt samstarv seinnu árini. Esben og Rune vóru upprunaliga við í barnasjónvarpinum á DR, meðan Simon var handan leiktjøldini í skemtirøðini, Banjos Likørstue, sum var send á DR fyri nøkrum árum síðan.
Tað var í samband við sendirøðina, Rockerne, at Espen, Rune og Simon fyrstu ferð spældu saman. Í komandi viku verður seinasti partur av Drengene fra Angora sýndur, men teir tríggir hava kortini ongar ætlanir um sleppa samstarvinum.
? Vit rigga ótrúliga væl saman og vit eru samdir um at halda fram við at samstarva og menna okkum saman. Orsøkin til, at vit gevast við Angora er, at okkum vantar nýggjan íblástur, tí tað er einki dulsmál, at tað hevur verið ómetaliga strævið at gjørt sendingarnar. Nú vilja vit royna okkurt nýtt, og okkurt sum hevur nýggjar og spennandi avbjóð-ingar við sær, sigur Simon Kvamm.
Nephew
Tað er ikki bert innan danskt sjónvarp, at Simon Kvamm hevur gjørt vart við seg í ár. Umframt at vera sjónvarpsstjørna er hann eisini limur í danska rock bólkinum, Nephew, sum eru millum best umtóktu bólkararnir í Danmark í løtuni. Bólkurin hevur í ár havt fleir sangir á hittlistunum, og herfyri var lagið, superliga, á ovast rók á donsku hittlistunum.
Nephew byrjaði í 1996, og limirnar høvdu stórar ætlanir, men eftir nøkur ár mistu limirnir spæligleðina. Spæligleðin kom kortini aftur, men limirnar gjørdu kortini av at taka tað meira róligt.
Hóast bólkurin er millum best umtóktu bólkar í løtuni, so kallar Simon ikki bólkin fyri annað enn eitt síðuprojekt. Spurdur um teir hava ætlanir um at fáa gjøgnumbrot uttanlands, svarar Simon, at ætlanin er at royna, men tað verður tónleikurin sjálvur, sum skal gera arbeiðið.
? Tað skal ikki misskiljast so, at vit ikki taka tónleikin í álvara, men vit eru samdir um, at vit allir skulu gera annað, enn bara spæla tónleik. Herfyri vóru vit á Nordic Music Awards, og tá lagaði tað seg so, at okkara bassspælari, sum eisini er lækni, hevði vakt á sjúkrahúsinum, og tískil kundi hann ikki møta, og tað vísir bara, at vit hava annað enn bara tónleikin, sigur Simon Kvamm.