Hóast fleiri ár eru liðin, síðan stórkavi var seinast, er henda ítróttargrein ikki burturdottin í Klaksvík.
Tá ið hesin kavin legðist, leitaðu fleiri ungir og tilkomnir menn í Klaksvík sær skíðirnar fram og struku niðan í fjøllini.
Nakrir byrjaðu sunnudagin við at fara í Eysturoynna fyri at royna nøkur støð har.
Teir gjørdu ein túr oman móti Syðrugøtu, ein túr oman móti Skipanesi, og so vóru teir eisini á Oyndarfjarðarvegnum.
Tað var óført, men betur var á høgu fjøllunum á Borðoynni, hildu teir.
Mánadagin gingu teir niðan á Kjøl og óku oman í Gravardal og víðari oman á Gravarbø. Týsdagin vóru teir uppi á Klakki og óku allan vegin oman. Mikudagin fingu 14 menn tyrluna at flyta seg niðan á Myrkjanoyrafjall og óku so allan vegin heilt oman á Gravarbø.
Langt at ganga
Tað eru teir mest hugaðu skíðararnir, sum fara heilt niðan á fjøllini, og tað er ikki bara sum at siga tað. Teir brúka hálvan triðja ella tríggjar tímar um at ganga niðan, og so tekur tað bara fáar minuttir at koma oman aftur.
Ein lættari teinum, sum teir hava funnið sær, er at byrja nakað undir fyri brunnarnar á Fossum og so oman eitt gott petti frá ídnaðarøkinum, tí har eru eingi hegn.
Higartil hava skíðararnir í ár bara verið menn, men sum skilst, ætla onkrar kvinnur sær nú upp í spælið.
Enn hevur eingin skíðkapping verið, men hetta er esiini fyrsti stórkavi í ár. Onkur tosar um at skipa fyri skíðkapping leygardagin, men ivasamt er, um tann nógvi kavin liggur so leingi. Verður nøkur kapping, koma boðini sum grindaboð.