Fjølmentur landsfundur

Eini 70 fólk hava leitað sær niðan á Hotel Føroyar til landsfund hjá Miðflokkinum Miðflokkurin hevur landsfund í dag uppi á Hotel Føroyum. Og hópurin av fólki hevur leitað sær niðan á hotellið við Oyggjarvegin.

Eini 70 fólk taka lut á fundinum og harav er helmingurin kvinnur, og tað má metast vera eitt sindur óvanligt, tá talan er um politiskar fundir.

Byrjað var við at velja orðstýrara og skrivara, og eftir uppskoti frá formanni floksins, Jenisi av Rana, varð Regin Jacobsen valdur til orðstýrara, meðan Álvur Kirke tekur sær av at festa fundin á blað.

Sum væntað tekur nýggi tinglimurin hjá Miðflokkinum, Karsten Hansen, eisini lut á landsfundinum. Jenis og Bill Justinussen eru eyðvitað eisini á Hotel Føroyum í dag.

Áðrenn meiri verðsliga partin av fundinum, sungu og spældu Terji Vestergaard og Eyðun Jacobsen nakrar sangir, ein frálíkur háttur hjá einum kristiligum flokki av byrja sín landsfund.

Meiri frá fundinum seinni.