Fjølmiðlar og framtíð

Oddagrein:

Í morgun setti Rás 2 fokus á føroysku loftmiðlarnar og tess framtíð. Í rásarúminum vórðu stjórarnir fyri Kringvarpið og Rás2 og landsstýriskvinnan í fjølmiðlamálum.

Í sendingini kom fram, at vansin ella forðingin fyri loftmiðlarnar og fyri so vítt allar miðlar í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska er, at brúkaratalið er so avmarkað. Tvs. at tey, sum skulu gjalda og tryggja, at vit hava góðar og fjøltáttaðar miðlar, eru so fá í tali.

Neyvan eru føroyingar ójavnir á máli um, at eisini Føroyar hava brúk fyri fjølmiðlum og eisini einum
fjølbroytni á miðlaøkinum. Fjølmiðlarnir hava alstóran týdning fyri okkara samleika, fyri okkara mál og mentan og fyri demokratiið.

Stjórin í Kringvarpinum legði upp til samstarv á miðlaøkinum og helt, at miðlarnir eiga at standa saman og verja um føroyska málið. Hon helt fyri, at sjálvandi skal Rás2 eisini yvirliva. Hon metti tó ikki, at tað fór at gagna nøkrum, um man fór at nokta lýsingum í tí almenna kringvarpinum.

Stjórin í Rás2 vísti á samtyktina í løgtinginum um, at lýsingarnar í Kringvarpinum skuldu niðurlagast, soleiðis, at privatir miðlar fáa betri møguleikar at fáa lýsingar. Hann helt fyri, at um bara Rásin fekk ein lítlan part av lýsingarkøkuni hjá Kringvarpinum, so var framtíðin hjá rásini betri tryggjað.

Landsstýriskvinnan tók væl ímóti ynskinum hjá kringvarpsstjóranum um størri samstarv og nevndi møguleikan, at allar lýsingar í loftmiðlunum fóru í eina felags pulju og vórðu so býttir út aftur eftir einum ávísum lykli.

Sosialurin og Rás2, sum hava hildið til í stásiliga bygninginum hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni nú í fleiri ár, vilja framhaldandi vera veitarar av tíðindum, upplýsing og undirhaldi og íbirtarar til kjak í samfelagnum. Vit ynskja ikki monopol á føroyska fjølmiðlamarknaðinum. Kapping er sunn og góð og harvið verður dygdin eisini betri segði landsstýriskvinnan í Rás2 sendingini. Hon vístí tó á, at forðingin fyri hesum er avmarkandi fíggjarorkan og helt, at man eisini átti at samstarva um innihald.

Samstarv var lyklaorðið í sendingini. Spurningurin er so, hvussu man kann skapa fíggjarligt grundarlag undir, at allir hesir fyri føroyska samfelagið so týðandi aktørar yvirliva. Latið okkum royna at kjakast um hetta uttan at kenslurnar skulu taka yvir segði landsstýriskvinnan samtíðis sum hon staðfesti, hvussu stóran týdning ein public service stovnur hevur fyri Føroyar.

Alt gott um loftmiðlar, men vit mugu ikki gloyma týdningin bløðini hava. Og her hava føroyskir politikarar fullkomiliga svikið. Meðan onnur lond lata stuðul til bløðini, so eru bløðini í Føroyum fullkomiliga slept uppá fjall. Takið bara kjakið í bløðunum. Her hava politikararnir fullkomiliga frítt spæl og fáa allar sínar meiningar óskerdar í bløðini. Um somu tíð leggja teir sektina á, um hesi somu bløð hava nóg góðar fíggjarligar umstøður at virka undir. Blaðútberingarstuðul hevði bøtt um hetta og skal tað vera ynski okkara fyri 2010, at løgtingið setir pengar av til blaðútberingarstuðul umframt at liva upp til semjuna um loftmiðlarnar.