Fjølmiðlar uttan kynpolitikk

Fjølmiðlarnir í Føroyum hava ongan kynpolitikk, staðfestir Kirsti Dee Hansen, sum er vorðin doktari í norðurlendskum máli. Leygardagin vardi hon ritgerð sína »Brugen af maskulinum i færøsk« á lærda háskúlanum í Gøteborg. Í ritgerðini prógvar hon, at nýtslan av kallkyni í føroyskum máli kúgar kvinnur

Føroysk málnýtsla kúgar kvinnur.
Tað er boðskapurin í doktararitgerðini hjá Kirsti Dee Hansen, sum hon leygardagin 3. mai vardi á lærda háskúlanum í Gøteborg.
Málfrøðingurin Kirsti Dee Hansen hevur norðurlendskt mál sum sergrein og hevur fingist nógv við kynspolitikk í málsligum høpi.
Heitið á doktararitgerðini er »Brugen av maskulinum i færøsk«, ið kom út fyrr í ár. Sum tittulin sigur, hevur Kirsti Dee Hansen kannað, hvussu kallkyn verður brúkt í føroyskum, og hvussu kallkyn verður fatað millum fólk, bæði menn og kvinnur.
Útgangsstøðið fyri tí, sum hon hevur kannað, er ein útsøgn hjá føroysku málnevndini. Málnevndin segði í 1998, at kallkynsformurin í mongum førum er kynsóbundin. Dømi um hetta kann verða landsstýrismaður. Var Annlis Bjarkhamar til dømis landsstýrismaður ella -kvinna? Í føroyskum máli og lógarverki er hon landsstýrismaður og ikki kvinna.
Kirsti Dee Hansen setir spurnartekn við, um tað er serliga kynsóbundið at brúka kallkyn um kvinnur í størvum, sum hava kallkynsheiti.

Stór kanning
Fyri at kortleggja fatanina av kallkyni varð gjørd ein drúgv kanning, har 162 fólk vóru spurd um teirra hugsan. Úrslitið, sum hon kemur fram til, sáar iva um útsøgnina hjá Málnevndini.
Kanningin vísir týðiliga, at menn fata kallkyn sum knýtt at monnum. Tað vil siga, at tá menn úttala seg í kallkyni, so eru kvinnurnar stórt sæð ikki umboðaðar í teirra hugsan.
? Tað er helst mest yvirraskandi og skelkandi úrslitið av kanningini, sigur Kirsti Dee Hansen. Hinvegin uppliva umleið 30 % av kvinnunum, at tær eru umtalaðar. Sostatt er tað ivasamt um kallkynið er so kynsbóbundið, heldur hon.
Kirsti Dee Hansen sigur, at kallkynið eisini kann setast inn í ein samfelagsligan samanhang. Tess meiri kynsóbundið eitt starvsheitið er, tess lægri status hevur starvið. Og øvugt. Tess meiri tað var knýtt at monnum, tess hægri status hevði tað. Sum dømi um hetta nevnir hon pedagog og prest. Tað fellur fólkum skeivt at siga »hann« um pedagogar, tí flestu pedagogar eru kvinnur, meðan tað ongin trupulleiki er við presti, tí flestu prestar eru menn. Hvussu er við doktarum, sigur kanningin onki um.

Dovnir miðlar
Kirsti Dee Hansen hevur kannað, hvussu fjølmiðlarnir í Føroyum síggja ta ábyrgd og ávirkan, sum teir hava í málsligum kynsspurningum. Og niðurstøðan er, at ongin fjølmiðil í Føroyum, hvørki skrivaður, sjón- ella útvarpaður, hevur ein orðaðan kynspolitikk.
? Felags fyri øll tey, sum eg havi tosað við, er at teirra málpolitikkur í høvuðsheitum fevnir um, hvat er málsliga rætt, gott føroyskt og í samsvari við galdandi skriftmálið. Tað kynspolitiska sjónarmiðið er hinvegin ikki ein integreraður partur, sigur Kirsti Dee Hansen, sum undrast stórliga á hesa sannroynd.
Dimmalætting, Sosialurin, Oyggjatíðindi, Dagblaðið, Útvarp og Sjónvarp Føroya hava verið undir kynspolitiska luppinum hjá Kirsti Dee Hansen. Ongin teirra hevur ein skipaðan kynspolitikk.

Spegla samfelagið
Eitt er, at privatu bløðini gera sum best ber til. Men almennu miðlarnir, sum hava ávísar skyldur at liva upp til, eru onki frægari.
Útvarpsstjórin sigur, at útvarpið speglar samfelagið. Tí ger útvarpið onki við at fáa kvinnur meira fram í samfelagnum, og málið í útvarpinum er ein endurspegling av tí bygnaði, sum samfelagið hevur. Kirsti Dee Hansen staðfestur út frá hesum, at Útvarp Føroya ikki livir upp til Public Service hugtakið.
Heldur ikki hin almenni miðilin, Sjónvarp Føroya, hevur orðað nøkur kynspolitisk málslig mál. Hinvegin sigur táverandi stjórin Tróndur Djurhuus, at stovnurin roynir at liva upp til public-service hugtakið, sum ikki loyvir, at mismunur verður gjørdur á hvørki fólkum ella kynum.
Tey einastu, sum sambært doktararitgerðini tykjast vera tilvitað um spurningin, eru blaðkvinnan Turið Kjølbro á Sosialinum og Óli Breckmann, blaðstjóri á Dagblaðnum, skrivar Kirsti Dee Hansen millum annað.

Niðurgjørdar málsliga
Hvussu er og ikki. Kvinnur kenna seg illa til passar í føroyska málinum, er niðurstøðan hjá Kirsti Dee Hansen. Tær kenna seg ikki aftur í málinum, og tann veruleikin, sum málið skapar, svarar ikki til tann veruleikan, tær liva í.
? Kvinnan vil ikki longur konstruerast inn í eina traditión, ið niðurger hana, ger hana ósjónliga og setir hana sum nummar tvey eftir mannin, sum verður hálovaður og settur fram sum tað, ið er vert at stremba eftir, sigur Kirsti Dee Hansen.

************
FAKTA
Kirsti Dee Hansen, sum áður er kend undir navninum Kirstin Didriksen, er fødd í 1954 og uppvaksin í Tórshavn, men stóran part av sínum vaksna lívi hevur hon búð í Danmark, Íslandi og Svøríki. Hon er cand. mag í donskum og kyni, samskifti og mentan við Århus Universitet. Hevur starvast sum lektari við lærda háskúlan í Reykjavík frá 1990 til 1994 og sum norðurlendskur lektari við lærda háskúlan í Gøteborg síðan 1994.
Kirsti Dee Hansen hevur givið fleiri bøkur út við ymsum evnum. Millum annað bøkurnar »Ove« og »Kvinnur undir krígnum«. Ofta hava bøkurnar og greinarnar eisini viðgjørt kyn og mál, sum hon nú er vorðin doktari fyri við bókini »Brugen af maskulinum i færøsk«.