Fjórða OL-heiðursmerkið

Silvurheiðursmerki er tað fjórða olympiska heiðursmerki Íslands í søguni.

OL

 

Tað er ikki lætt hjá einari pinkutjóð at vinna olympisk heiðursmerki, men hendinga ferð eydnast tað tíbetur. Og ígjár var silvurheiðursmerki Ìslands millum tey lukkuligu undantøkini. Hini trý olympisku heiðursmerkini hjá Íslandi hava øll verið í einstaklingaítrótti. Á olympisku summarleikunum í Melbourne í 1956 vann Vilhjálmur Einarsson silvurheiðursmerki í trístøkk. 28 ár gingu áðrenn Ísland vann heiðursmerki aftur. Á OL í Los Angeles vann Bjarni Fríðriksson bronsumerki í judo. Tá OL var í Sidney í 2000 vann Vala Flosadóttir bronsumerki í stangarlopi. Nú 8 ár seinni fáa íslendingar sítt fjórða OL-heiðursmerki. Vónandi verður tað eitt gullheiðursmerki! Fyrsti íslendingur ið tók lut á OL var Jóhannes Jósefsson, sum var glímari. Hann tók lut á olympisku leikunum í London í 1908, also fyri 100 árum síðani. Jóhannes Jósefson gjørdist tá nr. 4 í glíming.