Fjórðingsfinalurnar um Løgmanssteypið

Nú er greitt, hvussu tey átta liðini, sum eru eftir í steypakappingini, møtast í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið um tvær vikur. Lutakast var í gjárkvøldið, og er talan um hesar dystir. EB/Streymur-FC Hoyvík, TB-AB, 07 Vestur-ÍF, Víkingur-HB. Vinnararnir koma í hálvfinalurnar, sum verða spældar 13. og 28. mai. Sjálv finalan um Løgmanssteypið verður á ólavsøku, 29. juli.