Fjóðringsfinalurnar næstan greiðar

African Cup of Nations, sum í hesum døgum verður spæld í Suðurafrika, nærkast í stórum fjóðringsfinalunum.

 

Tey 16 luttakandi liðini eru býtt upp í fýra bólkar, og tveir teirra eru liðugt leiktir. Tað eru bólkur A og B, og teir endaðu soleiðis

 

Bólkur A

Angola-Marokko 0-0

Suðurafrika-Kap Verde 0-0

Marokko-Kap Verde 1-1

Suðurafrika-Angola 2-0

Kap Verde-Angola 2-1

Suðurafrika-Marokko 2-2

 

Suðurafrika 3 1-2-0 4-2 5

Kap Verde 3 1-2-0 3-2 5

Marokko 3 0-3-0 3-3 3

Angola 3 0-1-2 1-4 1

 

Bólkur B

Mali-Niger 1-0

Gana-DR Kongo 2-2

Niger-DR Kongo 0-0

Gana-Mali 1-0

DR Kongo-Mali 1-1

Niger-Gana 0-3

 

Gana 3 2-1-0 6-2 7

Mali 3 1-1-1 2-2 4

DR Kongo 3 0-3-0 3-3 3

Niger 3 0-1-2 0-4 1

 

Bólkur C verður leiktur liðugur í kvøld (Eurosport) og í annaðkvøld verða seinastu dystirnir í bólki D leiktir.

 

Í bólki C liggur Burkina Fasu væl fyri við fýra stigum, hitt plássið stendur millum Nigeria og Zambia.

 

Í bólki D er tað Fílabeinsstrondin, sum er á odda við 6 stigum, meðan annaðplássið stendur millum Tunesia og Togo.

 

Vert er at leggja til merkis, at lítla oyggjalandið, Kap Verde er komið víðari, men skal møta sterka Gana í fjóðringsfinaluni.