Fjøruti ár í Útvarpinum

Jógvan Arge útvarpsmaður kundi fríggjadagin 1. januar halda sín 40 ára starvsdag í útvarpinum hjá Kringvarpinum.

Jógvan er 62 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn, sonur Petru, f. Gregersen, og Niels Juel Arge. Hann er næstelstur av fimm systkjum. Hini eru: Jórun, Ólavur, Suffía og Magni


Barna- og unglingaárini búði hann á Tinghúsvegnum, gekk í nonnuskúla, millumskúla og studentaskúla. Eftir lokið studentsprógv í Hoydølum í 1966, fekk hann sær útbúgving sum journalistur á Ritzaus Bureau í Keypmannahavn frá 1967-70 og byrjaði sum programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya 1. januar 1970. Frá 1979-1989 var hann leiðari fyri tíðindadeildina, og eftir tað var hann programleiðari á stovninum til 2008.


Jógvan var formaður í Ítróttasambandi Føroya frá 1978-1980, og í 1999 fekk hann heiðursviðurkenning frá ÍSF. Síðan 1. januar 2001 hevur hann verið limur í Tórshavnar Býráð fyri Tjóðveldisflokkin. Hann hevur eisini verið varaborgarstjóri.


Jógvan er helst best kendur fyri at duga væl at útvarpa kappróður og fótbóltsdystir, umframt at hann eisini er kendur sum rithøvundur. Hann hevur m.a. skrivað ymisk minnisrit og bøkur um føroyingar í Grønlandi.


Hóast Jógvan varð sagdur úr starvi í Kringvarpinum 16. desember í 2008, so kann hann kortini halda sín 40 ára starvsdag, tí hann hevur kortini øll hesi 40 árini verið í starvi hjá fyrst Útvarpi Føroya og síðani Kringvarpi Føroya. Í summar gjørdi Mentamálaráðið av at ógilda uppsøgnina av honum, og tí varð hann í oktober aftur settur í starvið, sum hann sostatt ongantíð var farin úr – men eftir egnum ynski í niðursetta tíð.


Jógvan er giftur við Maritu f. Niclasen úr Nesi í Hvalba. Børnini eru: Niels Juel, Uni og Jóhanna.