Samanumtikið
Keldan veitir so góðar karmar, at til ber at flyta nærum alt innandura, uttan at hetta gongur nógv útyvir góðskuna, og hetta varð gjørt fríggjadagin á Fjarðafestivalinum. Tað stendur tó greitt, at áskoðaratalið ivaleyst hevði verið hægri, um sólin hevði skinið frá einum bláum himmali alt vikuskiftið í Skálabotni.
Fyri okkum, ið vanliga ikki ganga á møti, er Fjarðafestivalurin eitt kærkomið høvi at fáa innlit í, hvat rørir seg á kristiliga tónleikapallinum. Ársins Fjarðafestivalur bjóðaði okkum fleiri minniligar løtur og stórar tónleikaupplivingar, sosum framførsluna hjá stjørnuskotinum Kristinu Bærendsen, ið gjørdist yndismál hjá teimum ungu autografveiðumonnunum eftir sína framførslu. Hon er ein ung kvinna, ið umframt at vera sera vøkur, syngur væl og útstrálar eitt sjálvsálit, sum fá onnur.
Credo, við sínum kontanta rokki og orkufullu framførslu vístu, at kristiligur tónleikur saktans kann sparka reyv. Heine Lützen vísti, hví hann enn er eitt av fremstu nøvnunum á kristiliga pallinum. Ungi gøtumaðurin Martin í Grund, stóð, við greiðum Nick Cave íblástri, fyri eini teirri mest serligu framførslunum á festivalinum. Fyri ikki at tosa um Petur Háberg, ið mundi standa fyri bestu framførsluni á ársins Fjarðafestivali. Alt hetta eru nøvn, ið saktans kunnu klára seg á verðsliga tónleikapallinum.
Ikki alt var gott
Tó vóru eisini fleiri bólkar, ið neyvan vóru slopnir gjøgnum góðskukrøvini hjá hinum verðsligu festivalunum. Bólkar, ið á onkran hátt settu boðskapin fremst uttan at megna at gera formin áhugaverdan. Men hetta verður altíð vandin, tá man ger ein smalan festival í einum lítlum landi.
Útlendsku nøvnini vóru av ymiskari góðsku. Høvuðsnøvnini Pillar og Jerusalem leveraðu tað, sum tey sum høvuðsnøvn áttu at gera: Góðar rokkkonsertir, ið fingu fjeppararnar við. Trond Erics gjørdi eisini júst tað, ið vit kundu rokna við frá teimum, við sínum gjøgnumførda dansband poppi, sum fekk fjøldina við. Munandi verri stóð til hjá svensku Charizma, ið megnaðu at tøma Keldu salin. Tað er nærliggjandi at spyrja, hví fyrireikararnir av Fjarðafestivalinum tíma at flyta eitt tílíkt navn til landið. Samanumtikið var skráin tó fjølbroytt og áhugaverd.
Illveðrið spilti
Áðrenn Fjarðafestivalin skemtaði onkur um, at festivalurin hevði breiðband uppeftir, og at hetta fór at tryggja festivalinum gott veður. Men sum veðrið skikkaði sær, kann bara staðfestast, at hesin breiðbandsveitarin, ikki velur at geva sínum viðskiftafólki nakrar sersømdir. Veðrið var av tí sera keðiligt á Fjarðafestivalinum. Tað byrjaði væl hóskvøld. Í dýrdarveðri fór festivalurin í gongd, men av tí, at skráin øll var innandura hóskvøldið, so var veðrið ikki so týdningarmikið.
Fríggjadagin skuldi útipallurin takast í nýtslu, men nógvi vindurin forðaði fyri hesum, so illa stóð til, at ein stórur stápul av hátalarum koppaði, og endin kundi verið galin, eitt av teimum 250 trygdarfólkunum mundi ligið undur, tá hátalarnir duttu. Hóast veðrið spakuliga gjørdist betur, so var ikki ráðiligt at fara út á útipallin fyrr enn leygardagin. Fríggjadagin var talið av áhoyrarum tó somikið lágt, at tað ikki var nakar trupulleiki at hýsa øllum í Kelduni.
Leygardagin var vindurin munandi minni, men ístaðin var regnið komið, og konsertirnar á stóra útipallinum gjørdust vátligar og kaldar upplivingar. Tó var áhoyraratalið hendan dagin 2.800 fólk, so tí var tað gott, at útipallurin kundi takast í nýtslu til størru konsertirnar.
Ljóðið so sum so
Ljóðið á ársins Fjarðafestivali var ikki av tí besta. Í nærum øllum framførslunum, tók tað fleiri løg, áðrenn bólkarnir byrjaðu at ljóða væl, men vanliga gjørdist ljóðið betur, sum fráleið. Serliga illa stóð til, tá Jerusalem spældu. Teir høvdu stórar tøkniligar trupulleikar. Eitt nú hoyrdist bassurin als ikki undir nærum allari konsertini. Bólkurin noyddist at enda at gevast, tí at gittarin helt uppat við at ljóða. Um tað var regnið, ið var orsøk til trupulleikarnar hjá Jerusalem, vita vit ikki, men tað var sera keðiligt.
Góð fyriskipan
Festivalurin tyktist annars sera væl fyrireikaður, nakað av seinkingur vóru fríggjadagin, men hetta komst av, at stóri uttandura pallurin ikki var opin. Fyrireikararnir dugdu væl at taka hond um teir trupulleikar, ið stóðust av veðrinum. Lukkutíð gjørdist uppmøtingin rímiliga góð leygardagin, so tað er at vóna, at hesin festivalurin er komin fyri at vera.