Fjepparar kring heimin eru í øðini um, at National Enquirer hevur prentað myndir av líkinum hjá Whitney Houston.
National Enquirer prentaði mikudagin ein mynd av líkinum hjá Whitney Houston, sum er tikin, meðan hon liggur í kistuni.
Myndirnar eru tiknar, tá ið familjan segði farvæl við Whitney dagin áðrenn hon varð jarðað í Whigham Funeral Home í Newark. Tað skriva fleiri miðlar. Eitt nú eb.dk, og New York Daily Mail.
Fleiri myndir eru at finna í blaðnum, og á forsíðuni stendur eitt nú, at songkvinnan varð jarðað við smúkkum fyri 500.000 dollarar, og í gull sandalum.
Nú verður gitt dúgliga um hvør hevur tikið og selt hesar umstríddu myndir. Fleiri hava ført fram, at tað møguliga er Tina, systur Bobby Brown, sum er fyrrverandi maðurin hjá Whitney Houston. Eisini hava fleiri fjepparar ákært starvsfólk hjá
Whigham Funeral Home fyri at hava selt hesar myndir, sum National Enquirer óiva hevur rindað nógvar pengar fyri.
National Enquirer prentaði eisini myndir av líkinum hjá Elvis Presley í kirkjuni, tá ið hann doyði í 1977. Tann útgávan av blaðnum gjørdist tann mest selda hjá blaðnum nakrantíð.
Tú kanst síggja umstríddu forsíðuna her:
www.theimproper.com/national-enquirer-whitney-houston-casket-photo/