Fjepparar vilja hava steypið

FSF Varpið: Per Martin Gregersen og Eyðun Thorgeirsson eru gestir í heldur øðrvísi sending

Tað er einki at ivast í, at Per Martin Gregersen og Eyðun Thorgeirsson gleða seg til finaluna um Løgmanssteypið 2016. Tað verður staðfest í FSF-Varpinum, sum er á ferð hesaferð.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið

 

Í innslagnum sleppa báðir fjeppararnir at royna seg frá brotssparksblettinum, og síggi og hoyri um, hvussu málverjin hjá Víkingi endaði á liðmyndini í 2013, sjálvt um hann ikki var til staðar, tá myndin varð tikin.

 

Rás2 sigur beinleðis frá steypafinaluni. Byrjað verður longu í dag í Fótbóltspanelinum, sum verður klokkan 16.