Fjølmiðlafløkjan má loysast!

– Góði Bjørn Kalsø, vælsignaður loys hesa kreppuna, fjølmiðlarnir eru endaðir í! Finn eina semju – miðlasemju ella hvat vit enn kunnu kalla tað, gjarna eftir tí leisti, áður hevur verið arbeitt eftir.

– Góði Bjørn Kalsø, vælsignaður loys hesa kreppuna, fjølmiðlarnir eru endaðir í! Finn eina semju – miðlasemju ella hvat vit enn kunnu kalla tað, gjarna eftir tí leisti, áður hevur verið arbeitt eftir.

 

Hendan boðskap hevði Jenis av Rana í morgun av tingsins røðarapalli, tá hann sum framsøgurmaður Miðfloksins bar støðu floksins fram í sambandi við viðgerðina av ólavsøkurøðu løgmans.

 

Jenis av Rana helt, at umstøðurnar sum nú er eru, eru óvirðiligar fyri øll, miðlarnar, hyggjaran, lurtaran, skattgjaldaran, politikaran, og so fram.

 

– Torir eingin at broyta verandi skipan, kann tað lættliga enda við enn størri miðladeyða. Tak upp samráðingar – sjálvandi fyrst av øllum við samgongupartarnar og síðani við andstøðuna - ikki umvent, segði hann.

 

Jenis av Rana vísti á, at fyri Miðflokkin hevði einki verði betur, enn at tað gjørdist frívillugt at goldið kringvarpsgjald, tað vil siga, at tú sjávur velur, hvat tú betalir fyri at hyggja ella at lurta eftir.

 

– Sum tað minsta má skilnaður gerast  millum privat og alment, tað er óvirðiligt, at almennu vørpini framhaldandi fáa sersømdir bæði at troyta landskassan, krevja inn krinvarpsjald og at kappast við tey privatu um privatu inntøkukeldurnar, segði Jenis av Rana.