Tað sigur Høgni í Stórustovu, aðalstjórnarformaður í Tjóðveldi. Eyka flokstingið hjá Tjóðveldi verður hildið á Hotel Føroyum í morgin klokkan 12. Høgni í Stórustovu segði í morgun, at fjølmiðlarnir sleppa at vera við undan og eftir sjálva atkøvðugreiðsluna.
Tað eru nýggir tónar, at flokkar soleiðis útihýsa fjølmiðlum frá týðandi hendingum á slíkum fundum.
Og tá vit ringdu aftur at spyrja aðalstjórnarformannin, hvør hevur tikið avgerðina um, at fjølmiðlarnir ikki sleppa við, og hví fjølmiðlarnir ikki sleppa við, varð svarið, at hann at hann skuldi kann hetta og venda aftur fyri døgurða.
Men enn eru eingi onnur boð komin frá Tjóðveldi enn tað, at fjølmiðlarnir ikki sleppa at vera við, tá flokstingið í morgin velur nýggja forkvinnu.