Á degi eitt hjá nýggja býráðnum í Sunda kommunu gera varaborgarstjórin, Jóhanna Paula við Streym, greitt, at hon hevur biðið nýggja borgarstjóran, Eyðstein Zachariasen, um leggja fær sær. Hon mælir eisini kvinnum, sum fáa ónærisligar myndir sendandi frá honum, um at melda tað til løgregluna

Varaborgarstjóri biðið borgarstjóra leggja frá sær

Og mælir kvinnum, sum fáa ónærisligar myndir sendandi frá borgarstjóranum, um at melda tað til løgregluna – og hon kennir seg persónliga snýtta av borgarstjóranum

Á degi eitt hjá nýggja býráðnum í Sunda kommunu gera varaborgarstjórin, Jóhanna Paula við Streym, greitt, at hon hevur biðið nýggja borgarstjóran, Eyðstein Zachariasen, um leggja fær sær. Hon mælir eisini kvinnum, sum fáa ónærisligar myndir sendandi frá honum, um at melda tað til løgregluna

Málið um nýggja borgarstjóran í Sunda kommuna, Eyðsein Zachariasen, sum hevur sent fleiri kvinnum ónærisligar myndir, hevur enn ikki lagt seg enn.

Nýggjársdag skrivar Hanna Paula við Streym, sum er varaborgarstjóri í nýggja býráðnum í Sunda kommunu, á Facebook, at samstarvið í nýggja býráðnum hevur »fingið eitt skot fyri bógvin, eftir at tað er vorðið greitt at borgarstjórin í nógvum førum hevur borið seg ósømliga at«.

– Eg havi fingið sera nógva reaktiónir, eftir at samgongan var skipað. Nógvar jaligar, men eisini fleiri neiligar. Nógv hava spurt meg, um eg ikki visti av, hvat borgarstjórin hevur gjørt - bæði meðan hann hevur sitið sum varaborgarstjóri og eisini áðrenn tað, skrivar hon.

– Eg skal viðganga, at eg hevði hoyrt, at Eyðstein sendi myndir. Men eg visti ikki av tí stóra vavinum av gerðum hansara - ei heldur, at kvinnur, sum einki hava havt saman við honum eisini hava fingið myndir sendandi.

Hon vísir á, at eftir valið hevur Frihedsbrevet skrivað eina grein um Eyðstein - og síðan eina grein afturat.

– Ikki fyrr enn seinna greinin kom út, byrjaðu kvinnur at venda sær til mín og greiða frá sínum upplivingum. Tástani skilti eg, hvussu stórur trupulleikin er.

Av tí at vit høvdu hoyrt slatur um myndirnar, varð hetta sjálvandi viðgjørt, meðan við tingaðust um samgongu.

– Ikki færri enn tveir tímalangir fundir snúðu seg einans um hetta, har vit spurdu - og Eyðstein svaraði. Tað vísir jú sera vánaliga dømikraft og lítið sjálvstamarhald, tá ið tú av tínum eintingum sendir kvinnum myndir, ið tær ikki vilja hava, sigur Hanna Paula við Streym, varaborgarstjóri í Sunda kommunu.

– Tá legði Eyðstein eina við, at myndirnar altíð vóru sendar við samtykki báðar vegir. Og hann legði eina við, at hetta var nakað, ið ikki longur kom fyri.

Hon sigur víðari, at síðani seinnu greinina í Frihedsbrevet, hava fleiri kvinnur vent sær til sín og sagt teirra søgu.

– Og eg má siga, at eg eri skelkað. Hetta var nýggj vitan fyri meg. Bæði um myndirnar sendar uttan samtykki - og um tíðarskeiðið, ið hann hevur sent myndirnar.

– Eg taki staðiliga frástøðu frá øllum, sum eg nú eftirfylgjandi er vorðin varug við. Og eg eri óalmindiliga hørm um alt, sum er komið fram, sigur hon.

Síðani vísir hon á, at oånkur hevur heitt á hana um at slíta samstarvið við Eyðstein. Men trupulleikin er, at tá ið ein borgarstjóri er valdur, er tað fyri fýra ár. Einasti máti, hann kann fara frá, er, um hann sjálvur sigur seg úr starvi.

– Eg havi beinleiðis heitt á Eyðstein um at fara frá. Tað vil hann ikki. Eyðstein hevur lovað mær og samgonguni, at hetta aldrin kemur fyri aftur, og um tað ger, meðan hann er borgarstjóri, so fer hann frá av sínum eintingum, skrivar hon.

Hon sigur eisini, at onkur hevur eisini róð fram undir, at hon átti at sagt varaborgarstjórasessin frá sær og slitið samstarvið.

– Men eg haldi tað ikki vera rætt, at eg skal frásiga mær álitið, ið mær varð víst, tí ein annar ikki dugir at bera seg at. Og hann fer kortini at verða sitandi sum borgarstjóri. Tí fari eg at halda fast um samgonguna og tryggja at erligheit fer at eyðmerkja komandi fýra árini í Sunda kommunu. At eg persónliga kenni meg snýtta, tí Eyðstein hevur sagt ósatt fyri mær, havi eg vent á rætta staði - nevniliga við Eyðstein sjálvan.

Og hon heldur fram:

Lógarbrot skulu meldast

Eg fari eisini púra opið at heita á øll, sum óbiðið fáa slíkar myndir sendandi, um at venda sær á rætta stað og melda tað til løgregluna.

Blúnaðarskemd er eitt lógarbrot -  og okkara rættarsamfelag byggir á, at tey, sum meta seg vera fyri lógarbroti, melda, so at tey, sum forbróta seg, kunnu fáa eina hóskandi revsing.

Eg taki greiða frástøðu frá tí, kvinnur hava sagt mær, eftir  at hetta er komið fram. Eg eri ikki í iva um, at tað passar. Trupulleikin er, at so leingi, sum eingin meldar og maðurin ikki er dømdur, er tað ógvuliga trupult hjá mær at gera nakað. Serliga tá ið vit samstarva í einari fólkarættarligari og demokratiskari skipan, ið júst hevur rættartrygd sum grundarlag.

Samstundis, sum eg taki frástøðu frá sendu myndunum, taki eg eisini frástøðu frá einum samfelagi, har vit lata fólkadómsstólin døma - heldur enn ákæruvald og rættarskipan.

Verður tað hinvegi prógvað og dømt, at hann hevur framt lógarbrot, er tað ein orsøk til, at hann má leggja frá sær. Og so hava vit eina heilt aðra støðu.

Frameftir

Eg vil at enda endurtaka hvussu ómetaliga hørm eg eri um tað, sum nú er komið fram. Eg veit, at nógv fólk tosa UM støðuna, men tey flestu hava ikki tosað VIÐ meg um støðuna - ikki fyrr enn ov seint var.

At jólini eru farin við nógvum reflektiónum um hetta mál slepst ikki undan, og hetta hevur ávirkað bæði meg og allar familjuna øll jólini. Men støðan er, sum støðan er. Samgongan er skipað. Eyðstein vil halda fram sum borgarstjóri. At eg fari at taka meg aftur frá allari ávirkan  fer á ongan hátt at gera støðuna betri - hvørki fyri tær kvinnur, sum longu hava fingið hasar óynsktu myndirnar ella fyri Sunda kommunu. Tí fari eg frameftir at halda fast í tí politikkinum, sum Kvinnulistin stendur fyri og fór til val uppá. Eg fari framyvir, saman við samgonguni at arbeiða fyri, at borgarar í Sunda kommunu kenna seg hoyrdar og virdar - og eg fari áhaldandi at arbeiða fyri opinleika og erligheit í Sunda kommunu. 

Tí deili eg nú hesa umhugsan við tykkum, so tit kunnu síggja, júst hvørjar tankar eg havi gjørt mær um hetta, og hvat eg byggi mína niðurstøðu á.

Eg vil enn einaferð heita á øll, sum eru fyri blúnaðarskemd um at melda tað til løgregluna - sama hvør sendarin er. 

Og eg vil enn einaferð takka tykkum, sum settu tykkara álit á meg á valinum 2024.

– Eg skal gera mítt ítasta fyri, at tit ikki verða skuffað, sigur Jóhanna Paula við Streym, varaborgarstjóri í Sunda kommunu.

 

 

Á degi eitt hjá nýggja býráðnum í Sunda kommunu gera varaborgarstjórin, Jóhanna Paula við Streym, greitt, at hon hevur biðið nýggja borgarstjóran, Eyðstein Zachariasen, um leggja fær sær. Hon mælir eisini kvinnum, sum fáa ónærisligar myndir sendandi frá honum, um at melda tað til løgregluna