Fjórða steypagullið greitt í hús

H71 vann sítt fjórða steypagull, tá dreingir 14 liðið vann greitt á Tjaldrinum

Í aldursbólkinum dreingir 14 spældu H71 og Tjaldur, sum ikki hevur lið í bestu deildunum longur. Eina løtu gekk javnt á, men sum tíðin gekk, so vísti H71 styrki.

 

Tað endaði við, at hoyvíkingar vunnu sítt fjórða steypagull á hesum sinni í stóru stíli. Tað endaði við 22-11 sigri til H71.

 

Dagsins spælari gjørdist Tórmóður P. Djurhuus hjá H71. Hann var spælstýrari á H71 liðum.

 

Leygardagin 7. Februar:

Kvinnur: kl. 13.30 Neistin  – Kyndil (24-19)

Menn: kl. 16.00 Neistin – VÍF (26-25)

Dreingir: 18 kl. 18.00 H71 – StÍF (29-26)

 

Sunnudagin 8. Februar:

Gentur 10: kl. 12.50 Neistin – VÍF (9-6)

Dreingir: 10: 13.25 H71 – VÍF (10-7)

Gentur: 12: 14.00 EB – H71 (12-10)

Dreingir: 12: 14.55 H71 a – H71 b (23-12)

Gentur: 14: 15.50 H71 – Kyndil (14-13)

Dreingir: 14: 17.05 H71 – Tjaldur (22-11)

Gentur 17: 18.10 Stjørnan – Kyndil

Dreingir 16: 19.25 Kyndil – H71