Fjórði javnleikurin á rað hjá Hillerød

Hillerød er næstfremst í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Adrian Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød spældu í dag dyst á útivølli móti HB Køge í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Fjórða dystin á rað leikti Hillerød javnt, hesaferð við javnleiki 1-1.

 

Jonathan Witt legði Hillerød á odda tá eitt korter var leikt av dystinum, men bert sjey minuttir seinni javnaði HB Køge til 1-1, og so komu ikki fleiri mál í dystinum.

 

Adrian skoraði sjey mál teir fyrstu fimm dystirnar, men nú hevur Adrian ikki skotið mál fimta dystin á rað.

 

Hillerød er næstfremst í niðara endaspælinum við 37 stigum. AC Horsens er fremst við 38 stigum.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur Hillerød móti Helsingør á heimavølli.

 

Kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini endar 1. juni.