Flóðalduávaringin, sum myndugleikarnir í fleiri londum í Landssynningsasia kunngjørdu seinnapartin eftir ein jarðskjálvta við Filipsoyggjarnar, er nú avlýst.
Jarðskjálvtin, sum var 7,6 á Richterstiganum, hevði miðdepil 32 kilometrar undir havbotninum einar 80 fjórðingar eystur úr býnum Guiuan í Filipsoyggjunum. Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum, Indonesia, Taiwan og fleiri oyggjum í Kyrrahavinum ávaraðu um møguliga flóðaldu, og summastaðni flýddu fólk frá strondini.
Men nú er ávaringin tikin aftur.