Flýddur úr Irak

Amerikanska herleiðslan í Irak vil vera við, at tann umstríddi presturin Moqtada al-Sadr er flýddur til grannalandið Iran, tí hann var bangin fyri at verða tikin, nú amerikanskir og irakskir hermenn eru farnir undir eitt størri átak í Bagdad. Men viðhaldsfólk hjá prestinum vísa hesum aftur. Tey halda uppá, at al-Sadr er framvegis einastaðni nærhendis Bagdad.

Moqtada al-Sadr, sum er shiamuslimskur prestur, stendur á odda fyri Mahdi-herinum, sum sambært amerikanarunum hevur beint fyri fleiri hundrað sunnimuslimum. Í Pentagon verður Mahdi-herurin roknaður sum tann vandamesti stríðsbólkurin í Irak.