Fløgan skal selja Jógvan

X-factor var strævið, heldur Jógvan Hansen. Men hann slær samstundis fast, at hetta var ein risa-uppliving, sum nú eisini skal brúkast til at selja Jógvan Hansen sum tónleikara

»I ain’t gonna be just a face in the crowd
You’re gonna hear my voice
When I shout it out loud«
Tá hann stóð sum vinnari av X-factor, kundi teksturin hjá Bon Jovi neyvan verið meira beinrakin. Íslendingar høvdu so sanniliga hoyrt røddina hjá Jógvan Hansen. Og teimum dámdu tað, sum teir hoyrdu. Hann var ikki bara eitt andlit millum tey mongu í Reykjavík.
Men sjálvur var Jógvan púrasta tikin á bóli, tá hann at enda stóð sum vinnari av X-factor.
- Eg dugi slettis at greiða frá, hvat eg hugsaði, tá vinn­arin varð kunngjørdur. Tað var púrasta óveruligt, var einasta viðmerkingin, sum hann fekk givið portali­num.
Tað vóru Hara-systrarnar, sum av fyrstan tíð høvdu teknað Jógvan til kapp­ing­ina, og tí var tað kanska lag­nunnar speiseimi, at júst tær vóru mótstøðan í final­uni, men Jógvan leggur dent á, at hann ongan tíð skilti hetta sum nakað nega­tivt.
- Tær hava talst millum góðu vinfólkini hjá mær, mest sum síðani eg kom til Íslands. Og vit hildu tað bara vera stuttligt, at vit øll trý komu í finaluna. Hin­vegin, so skuldi ein vinnari jú finnast, og so kundi eg tað sama fara eftir sigrinum. Ikki minst, tí eg nú í so­mikið nógvar vikur havi arbeitt fram ímóti hesum.
Hart arbeiði
Og tó at tað tykist stuttligt, tá løg verða sungin á palli­num. Og tó at tað fyri summi kann tykjast sum ein lættur vegur til stórt PR, so staðfestir Jógvan, at hetta avgjørt ikki er komið av ongum.
- Eg kann bara siga, at tað liggur nógv arbeiði aft­an fyri. Heilt nógv. Til hvørt fríggjakvøld skulu nýggj løg venjast. Vit hava havt sanglærara, koreograf og stylist knýtt at okkum, og allir smálutir skulu fáast í rættlag, áðrenn fríggja­kvøld­ið kemur. Tað krevur nógva og harða venjing, sam­stund­is sum eg havi havt eina fyritøku at reka. Ikki tí. Hetta hevur verið ótrúliga stutt­ligt og ein stór uppliv­ing. Men tað er einki loynd­armál, at eg eri havi verið troyttur seinastu vikurnar, sigur hann.
Fær navnið fram
Vinningurin hjá Jógvani var ein fløgusáttmáli, og nú verður farið í studio at syngja hesa inn. Talan verð­ur um tað nógva um cover-løg, sum Jógvan hevur fram­ført í kappingini. Og iva­leyst fara landaplágur úr hesari at gera um seg í bæði Íslandi og Føroyum.
Hinvegin er hetta ikki ein fløga, sum veruliga sýnir Jógvan sum tónleikara, men tað tykist ikki vera nakað, sum Jógvan sjálvur leggur so nógv í.
- Tað er rætt, at tað kanska ikki er »mín« tónleikur. Men hetta er ein fløga við »mínum« navni, og tað skal avgjørt ikki undirmetast. Verður hetta nýtt rætt, so kann tað veruliga flyta nøk­ur mørk fyri meg, og tað kann verða nógv vert. Og eg kann bara siga, at eg gleði meg nógv til komandi dagarnar, sigur Jógvan.
Íslendingar satsa
Tað tykist, sum royna ís­lendingar altíð at koma allan vegin, tá teir síggja ein møguleika. Kann hetta eisini vera galdandi fyri teg, nú navn títt kemur so­mikið væl fram.
- Vónandi. Íslendingar hava tann góða eginleikan, at teir altíð vilja røkka tí maksimala, og á tann hátt kanst tú siga, at eg verði trýstur fram.
- Í hesum býr eisini, at íslendingar veruliga loyva fólki at gera tað, sum tey eru best til. Í Føroyum eru ein rúgva av framúr góðum tónleikarum, men alt ov ofta eru somu tónleikarar ov­byrjaðir av øllum arbeið­inum, sum fylgir við tón­leikinum. Skal eg taka meg sum dømi, so havi eg nú ein góðan manager, sum tekur sær av øllum praktiskum viðurskiftum, og sum eg eisini havi stórt álit á, tá tað ræður um at selja. Sjálvur skal eg »bara« hugsa um tón­leikin, og tað gevur mær nakrar veldugar fyrimunir sam­mett við vanliga før­oyska tónleikaran.
Umboðsmaður hjá Jógv­ani er Einar Bárðarson. Hann er búsitandi í London, og hann virkar her sum um­boðsmaður fyri fleiri av størstu íslendsku tónleika­nøvnunum.