Í kvøld kunnu føroyskir útisetar í Keypmannahavn leita sær inn á Mojo, har tveir bólkar spæla fløguaktuellar tónar.
Umframt bólkin MonkeyRat, sum hevur føroyskar røtur, fer eisini Reverend Shine Oil Co. at hava útgávuframførslu. Hetta er orkumikil bólkur við Claudius Pratt á odda, og talan er um framføslu við tónleiki, megafon, mjadnavríggjan og huglag, ið minnir um Tom Waits. Bólkurin gevur venylútgávu út 9. apríl. Manningin, sum er úr Danmark og USA, fer á pall klokkan 19.
MonkeyRat fer á pall klokkan 22. Bólkurin fer í komandi viku at leggja síðstu hond á sína næstu fløguútgávu.
Við á pallinum verður eisini RoWan, Róin Siggertsson, sum eisini syngur á nýggju fløguni.
Manningin annars er: Anna Iachino(Ca/It)-vokal, Arnold Ludvig(Fo)-bass,
Alain Apaloo(Tg)-gittar og Jens Stuklund(Dk)-trummur.
Annað og triðja sett bjóða uppá funky blues jam-session.